MENTAN
Tað verður ein tíðarleys og universell pallmynd, ið skal verða karmurin um Føroya fyrstu pallsettu operu. Hesum arbeiði tekur Elisa Heinesen sær av. Hon býr í London, har hon er útbúgvin scenografur við serútbúgving innan búnar.
Sjálv legði hon dent á á tíðindafundinum í morgun, at í hesum arbeiðinum er hon scenografur og ikki abbadóttir William, sum hevur skrivað søguna handan operuna.
Og tað sæst eisini týðiliga, at fyrireikararnir hava valt sær tær professionellu kreftirnar vit eiga.
Elisa Heinesen sigur, at hon hevur lagt stóran dent á, at pallmyndin kann brúkast allaðstaðni, at søgan sum nevnt ikki skal kunna knýtast at stað og tíð. Bæði tí at søgan eins kundi farið fram í Føroyum sum einum og hvørjum stórbýi, men eisini tí at vit ikki altíð skulu vísa Føroyar sum hesar lítlu, fittu oyggjarnar, sum hon tekur til.
Tó hevur hon loyvt sær at fingið íblástur úr ymsum rákum, og m.a. kunnu nítiárini hómast í ymiskum brigdum, sum síggjast í pallmyndini.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Pallmynd við nógvum møguleikum
Elisa Heinesen dylur ikki fyri, at pallmyndin skal klára, at operan møguliga verður kend uttanlands og møguliga framførd aðrastaðni. Av tí sama er pallmyndin ikki litterer ella naturalistisk
við t.d. runnum og húsum. Harafturímóti hevur hon roynt at fingið huglagið í sjálvari stuttsøguni við, og tí kann pallmyndin av og á tykjast sera svørt. Ikki tí at huglagið er óhugnaligt, men heldur tí at søgan stundum er sera gátufør.
Elisa Heinesen hevur fingið brot við tónleikinum sendandi so hvørt tey eru skrivað, og hon letur væl at samstarvinum við Sunleif Rasmussen. Somuleiðis hevur tað verið ein eyka avbjóðing at tikist við uppgávuna, avtí at teir ymsu partarnar hava verið staddir í hvør sínum landi.
- Tað hevur næstan verið eitt slag telepati við tónaskaldið sigur hon, tí í fleiri førum hava tey hugsað tey um somu tingini, hvussu operan og pallurin skulu skipast.
Sjálvur pallurin hevur eisini fleiri óvæntaðar effektir ella yvirraskilsi, sum verða avdúkað so við og við, og sum setur serlig krøv til pallin.
Elisa Heinesen hevur eisini verið noydd at lagt sær í geyma, at talan er um eitt slag av totalteatri, og pallviðurskiftini í Norðurlandahúsinum ikki eru tey somu sum í klassiskum operahúsum.