Millum áhoyrararnir til tann politiska valfundin á Oyrarbakka hóskvøldið var tann bert 13 ára gamla Fríða við Streym av Norðskála.
Hóast tað enn resta fimm ár til hon fær valrætt, so hevur hon longu nógva vitan um føroyskan politikk.
-Vit tosa nógv um politikk heima hjá okkum. Men eg kundi ikki sjálv hugsað mær at verðið politikkarari.
-Tað er bara ikki eg!, sigur Fríða.
- Ikki eg!
Fríða hevur hoyrt tey har heima tosa nógv um Tobba, men sjálv hevur hon ongatíð sæð hann.
Nú foreldrini fóru á henda politiska fundin á Oyrarbakka, fór hon bara við.
-Eg havi altíð hoyrt, at Tobbi var so stuttligur. Tí vildi eg fara við fyri at lurta eftir honum.
-Og hon var veruliga stuttligur. Hann dugir fantastiska væl at tosa, sigur Fríða.
Hon sat við áhuga og lurtaði eftir framløgunum hjá teimum báðum. Og hon helt, at tað hevði verið ein góður fundur.
- Báðir dugdu væl at tosa. Men eg haldi tó, at Tobbi hevði munin!