FM á gøtuni í Havn

Eftir at fleiri súkklarar hava verið óhepnir á vanliga teininum til býarsúkkling, verður kappingin í ár flutt inn í Havnina

Leygarmorgunin verður FM í býarsúkkling hildið í Havnini. Kappingin byrjar longu klokkan 8 leygarmorgunin, og kappast verður bæði hjá vaksnum og unglingum.
Hesa ferð verður teinurin eitt sindur øðrvísi, enn hann hevur verið hini árini, tá ið súkklað hevur verið á økinum uppi á Hálsi. Tórshavnar Súkklufelag hevur avgjørt at royna hesa nýggju rutu, eftirsum fleiri súkklarar hava verið óhepnir á økinum uppi á Hálsi.
Leygardagin, ella rættari leygarmorgunin kl. 08.00, verður koyrt inni í Havnini, og koyrt verður 50 km.
Mál og startur verður uttan fyri bygningin hjá Føroya Sparikassa Yviri við Strond. Koyrt verður eftir Strond, gjøgnum miðbýin, Skálatrøð, Sigmundargøta, J. C. Svaboesgøta, Velbastaðvegur, Marknagilsvegur, Ringvegur, Strond. Teinurin er góðar 10 kilometrar, og súkklað verður tí fimm ferðir runt í Havnini.
Kappingin er fyri unglingar og vaksin, og byrjað verður kl. 08.00. Allir luttakarar skulu møta kl. 07.30. Tilmelding verður á heimasíðuni hjá Tórshavnar Súkklufelag, ið er www.tsf.fo