- Tað fer helst at ganga meginparturin av hesum mánaðinum, áðrenn Beinir fer til fiskiskap, sigur reiðarin, Aksel Hansen við Sosialin.
Hóast komin væl til aldurs bilar framburðshuginum einki, nú hann kundi taka ímóti hesum nýggja trolara sínum.
Beinir er góðar 42 metrar langur og góðar 10 metrar breiður og hevur 1800 HK maskinu.
- Hann hevur rættiliga stóra last. Og hann kann tí lasta nokk, sum Aksel Hansen tekur til. Ætlanin er at royna undir Føroyum.
Reiðaríið hevur keypt trolaran klassaðan fyri 14,8 mió. kr.
 
11 mans
Nýggjasti trolarin í føroyska fiskiflotanum er ein fyrrverandi rækjutrolari.
Ætlanin er nú at seta eina fiskaverksmiðju í hann, ístaðin fyri rækjuverksmiðjuna, sum stóð har frammanundan.
Meginparturin av hesari verksmiðjuni var tikin úr áðrenn fráferðina til Føroyar, men okkurt er tó eftir at taka úr og gera av nýggjum.
Tá hesin mánaðurin er av væntar reiðarin at skipið kann leggja til brots á sín fyrsta túr við Christiani Müller úr Hvalba sum skipara. 
Við Beinir verða 11 mans.
 
 
 











