Skúlastjóri savnaði barnaporno

Fyrradagin byrjaði eitt rættarmál ímóti einum skúlastjóra í Tróndheimi í Noregi, har ákæruvaldið vil hava mannin dømdan fyri pedofili.
Á tí fyrsta rættarfund­inum kom fram, at tann 46 ára gamli maðurin hevði meiri enn 5.000 barnapornografiskar mynd­ir á telduni, og at hann eisini hevði tikið mynd­ir av 11 ára gomlu fostur­dóttur síni, meðan hon var nakin. Mað­urin, sum hevur mist starv­ið í skúl­anum, við­gekk at hava tikið myndirnar og at hava goymt barna­porno­graf­iskar myndir á teld­uni, men hann helt uppá, at hann er ikki pedo­filur.
Undir kanningunum er løg­reglan eisini kom­in eftir, at maðurin hevur neyðtikið tvær kvinn­ur, sum hann hevur búð saman við fyrr. Kvinn­urnar vóru doyvdar við einum ella øðrum evni, og løgreglan fann eisini 58 doyvandi tablettir í íbúðini hjá manninum, skrivar tíðindastovan ANB. Maðurin tók báðar neyðtøkurnar upp á film, og filmarnar fann løg­regl­an í teldu hansara.