Framsýning
Leygardagin, 3. apríl klokkan 14, letur íslendingurin, Bessi Bjarnason, málningaframsýning upp í Orkis á Glyvrum.
Maðurin, sum býr í Saltangará og er giftur føroyskari kvinnu, er 40 ára gamal. Hann er ógvuliga hugtikin av føroysku náttúruni, gomlu neystunum og húsunum, sum síggjast aftur í fleiri av hansara málningum.
Íslendingurin byrjaði at mála fyri 14 árum síðan, og fyrstu framsýningina hevði hann á Akranesi í Íslandi í 1996. Í 1998 var hann í Smiðjuni í Lítluvík, og í 1999 sýndi hann fram síni listarverk í íslendska høvuðsstaðnum, Reykjavík. Hann hevur eisini luttikið á framsýningum hjá Lions Club í Føroyum.
Flestu av teimum 30 málningunum, sum Bessi fer at sýna fram í Orkis, eru málaðir við akryl, tó hevur hann eisini nakrar akvarell-málningar. 27 av listarverkunum hava motiv úr Føroyum og trý hava motiv úr Íslandi.
Framsýningin hjá Bessa Bjarnason í Orkis verður opin til leygardagin, 17. apríl, og opið er, tá ið blómuhandilin annars hevur opið um dagarnar.











