Sjúrður Skaale
?
Í andglettinum týskvøldið segði Jóannes Eidesgaard, at hann ikki hevði verið so nógv á fólkatingi sum Sjúrður Skaale, men at Sjúrður jú var skrivari, og hevði fingið løn fyri tað.
Sjálvur segði Jóannes seg hava røkt sínar skyldur sum fólkatingsmaður, hóast hann hevði tvey størv samstundis. Tað bar væl til, tí tað var ikki altíð so nógv at gera á fólkatingi, segði hann.
Sannleikin er, at ein føroyskur fólkatingsmaður ongar sum helst fastar skyldur ella uppgávur hevur. Og tað hevur skrivari hansara heldur ikki. Føroysku umboðini arbeiða júst so nógv, sum tey vilja sjálv. Tey kunnu gera nógv; tey kunnu gera lítið ? og tey kunnu einki gera.
Ein fólkatingsmaður má átaka sær uppgávur ? eingin annar gevur honum tær. ABC-flokkarnir hava næstan ongar uppgávur átikið sær á fólkatingi. Tjóðveldisflokkurin hevur átikið sær nógvar uppgávur.
Tað er munurin. Nøkur arbeiða, onnur arbeiða ikki.
Men veljarin fær mest fyri atkvøðuna, um hann velur ein, sum arbeiðir.