portflutningin ímillum Føroyar og Danmark við tað, at loftbussurin hjá Atlantsflogi hvur fingið skaða. Sostatt eru møguleikarnir hjá Atlantsflogi at flyta farm, munandi avmarkaðir og fyribils er tað bara [...] bráðneyðugur farmur, sum verður fluttur Posta sigur, at av hesum sama liggja eini fimm tons av posti til Føroya eftir í Danmark. Post Danmark hevur tí gjørt av, at allur postur, sum liggur eftir í Danmark í annaðkvøld [...] ikki, sigur Posta. Kortini sigur Postsa, at allur postur, sum er komin til landið í seinasta lagi 19. desembur, verður útborin til jóla. - Vit royna tó sjálvandi at fáa allan postin út, har tað ber til, eisini
óttast fyri, at okkurt var, sum tað ikki átti at vera. - Eg haldi, at eg vildi ongantíð hugsa, at tað var nakað galið, og at tað, sum er hent, var hent. Tað var ikki fyrr enn tey søgdu fyri mær, at Milan var [...] um, at hann var ikki deyður. Eg roknaði bara við, at hann var farin onkunstaðni, uttan at siga frá, tí tað gjørdi hann viðhvørt, sigur Poulina Hansen. Tað gekk drúgv tíð, áðrenn hon av álvara fór at óttast [...] hevur hartil játtað fyri, at tað var hann, sum drap og beindi Pidda burtur – við at tveita hann á sjógv á Morskranesi, pástendur hann. - Eg eri bara glað um, at tað er yvirstaðið. At hann viðgekk tað, sigur
fráligið. Vit mugu bara royna at læra okkum at liva við, at hann ikki kemur aftur. Mamman hevur ilt við at skilja, hví maðurin skuldi gera av við Pidda. Tað kann ikki hava verið fyri at fáa hendur á gjaldskortum [...] torir ikki at vænta, at tann dømdi maðurin nakrantíð kemur við sannleikanum um, hvat hann gjørdi við líkið. - Vit liva tó i vónini, og onkur hevur eisini sagt okkum, at maðurin kanska fer at tosa, tá ið [...] skylda beiggja mínum at lurta og fylgja málinum, sjálvt um eg ikki bleiv klókari av tí. Kemur ikki aftur Kirsten Hansen, mamma Pidda sigur, at ta fyrstu tíðina vónaðu tey, at Piddi fór at koma aftur í aftur
Samgongan spjaðir slíkt mistreysti, at fólk tora ikki at brúka pengar. Tað halda andstøðuflokkarnir í Fíggjarnevndi, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin. Tey vísa á, at vanliga privata nýtslan hevur sjáldan [...] eitt greitt tekin um, at fólk kenna seg ótrygg. - Verður hugt at, hvussu nógv fólk brúka av teirra inntøku, hevur parturin vanliga verið um 95% í Føroyum. - Landsbanki Føroya metir, at nýtslukvotan var 86% [...] eitt greitt tekin um, at búskapurin er í einum lágkonjukturi, og tað er her, at høvuðsorsøkin til hallið hjá landskassanum skal finnast. Minkandi nýtslukvotan í 2012 er grundað á, at tøka inntøkan er vaksin
til endamáls at veita fólki, sum eru í fíggjarligari trongstøðu, peningaligan stuðul til at halda jól fyri. Allar barnafamiljur í Føroyum hava í einum avmarkaðum tíðarskeiði møguleika fyri at søkja um stuðul [...] hevur givið átakinum »Í menniskjum góður tokki« loyvi til at viðgera viðkvæmar persónsupplýsingar í sambandi við jólahjálpina. Hetta er aðru ferð, at loyvi er givið, og er loyvið í ár galdandi til 15. desember [...] stuðul við at senda umsókn við posti ella umvegis heimasíðuna takk.fo. Tað er eisini møguligt at ringja til Í menniskjum góður tokki og fylla út umsóknina í telefonini í felag við átaksleiðaran. Átakið
bumburámasta álvara, at vanlig fólk fara at følna og fjara burtur uttan vælgerð frá statinum. Sosialistar trúgva ikki longur uppá, at tað ber til at stýra sítt lív og vera við til at broyta samfelagið [...] møguliga megi í spennitroyggju heldur enn at verða frígjørd. Og enn eitt dømi. Einaferð var tað, at sosialisman helt, at bert við at skapa eina ríka verð, bert við at framleiða fleiri og fleiri ting, bert [...] fór at gera tað av við órættvorðna menniskjað. Áðrenn sosialismuna og tað, Upplýsingartíðin annars borðreiddi við, vístu politikarir og prestar á, at orsøkin til, at nøkur ganga svong, hevur at gera
mikið væl ávegis, at beint eftir ársskiftið verður eitt sjóvarfalsorkuverk, sum vigar 70 tons, sett í Vestmannasund. Uffe Bærentsen í Vestmanna er stigtakari til ætlanina og hann sigur, at í hesum sambandi [...] undir vatnskorpuni, og staðið verður merkt við ljósboyu. Umframt at vita um brúkilig el-framleiðsla fæst burtur úr, er endamálið eisini at royna um stálkonstruktiónin, festi og slit-lutir, halda ímóti tí [...] fíggjaður í Týsklandi. Verða úrslitini av hesum mátingum nøktandi, og vísir myllan seg at vera egnaður, verður næsta stig at økja framleiðsluorkuna.
Mursi kunngjørdi í vikuni, at hann hevur víðkað vald forsetans, og avgerðin ber millum annað í sær, at eingin dómstólur hevur myndugleika til at upploysa tingið, sum arbeiðir við at gera uppskot um nýggja [...] Hægstarættardómarar í Egyptlandi finnast at landsins forseta, Mohamed Mursi, og siga hann hava gjørt seg inn á rættarverkið á ein so grovligan hátt, at teir siga seg hvørki hava sæð ella hoyrt um nakað [...] lk forsetans leggja hann undir at hava tikið sær vald sum ein einaræðisharri ella sum ein farao í gamla Egyptalandi, men forsetin sigur avgerð sína vera neyðuga fyri at tryggja demokratitilgongdina í landinum
skjótt klárt at flyta inn, sigur Býráðið - Nú er greitt, at fyrstu fólkini flyta inn í Boðanesheimið mánadagin tann 3. desember, sigur býráðið í kvøld. Innflytingin verður skipað soleiðis, at tey 25 fólkini [...] summarfrítíðina fingu boð um, at tey fingu búpláss á Boðanesheiminum, flyta fyrst inn. Ikki øll hesi flyta inn í senn, men nøkur hvønn dag. Starvsfólk frá Boðanesheiminum koma nú at vitja øll tey, sum skulu [...] skulu flyta inn fyri jól. Endamálið við vitjanini er at fyrireika øll praktisk viðurskifti í sambandi innfytingina. Innflytingartilgongdin heldur fram í januar 2013, tá ið øll tey, sum í september og seinni
Tað er, at nú ber eisini til at hava børn í ansing hálva tíð og tað hevur ikki borið til í Vágu áður. Tað fer at kosta 900 krónur um mánaðin at hava børn í ansing hálva tíð. Orsøkin til, at tað kostar [...] so harafturat lækkað gjaldið fyri at lætta enn meiri um hjá barnafamiljum. At hava børn í dagrøkt hevur kostað 1500 krónur um mánaðin og tað talið verður ikki broytt. At hava børn í vøggustovualdri, hevur [...] Býráðið í Vági hevur gjørt av at nú skal tað verða bíligari hjá foreldrum í Vági at hava børn í ansing. Tað samtykti Vágs Býráð í gjárkvøldið. Samstundis verður nýggjur barnagarður tikin í nýtslu næsta