Arngrím Hansen, beiggi Pidda, hevur verið á at kalla øllum rættarfundum, sum hava verið í nevningatinginum.
Gjáramorgun, tá ið revsingin varð ásett, lá ikki fyri hjá honum at møta.
- Fyri meg kundi tað gera tað sama, hvør revsingin var. Tað avgerandi er, at maðurin verður revsaður, sigur Arngrím Hansen.
Fleiri fólk hava spurt hann, um tað ikki er gott, at málið nú er avgreitt.
- Men tað er tað ikki fyri okkum, tí vit vita framvegis ikki, hvat varð av líkinum, sigur Arngrím Hansen.
Vónar
Hann torir ikki at vænta, at tann dømdi maðurin nakrantíð kemur við sannleikanum um, hvat hann gjørdi við líkið.
- Vit liva tó i vónini, og onkur hevur eisini sagt okkum, at maðurin kanska fer at tosa, tá ið hann hevur sitið í fongsli í eitt ella tvey ár.
Tað hevur verið ein tung tíð hjá teimum øllum, líka síðan Piddi hvarv.
Í preseduru síni sammetti Linda Hesselberg, ákæri støðuna hjá teimum, sum hava mist onkran á sjónum, og støðuna hjá familjuni hjá Pidda.
- Tað er ikki heilt tað sama, tí tey, sum hava mist á sjónum, vita, at viðkomandi fekk váta grøv. Vit vita hvørki um Piddi endaði á sjógvi ella landi.
Tað hjálpti ikki upp á sorgina at sita í so nógvar dagar í rættinum og fylgja tí drúgva sakarmálinum.
- Eg helt meg skylda beiggja mínum at lurta og fylgja málinum, sjálvt um eg ikki bleiv klókari av tí.
Kemur ikki aftur
Kirsten Hansen, mamma Pidda sigur, at ta fyrstu tíðina vónaðu tey, at Piddi fór at koma aftur í aftur á lívi.
- Men tí vónini hava vit fyri langari tíð síðan slept, og serliga tí so langt er fráligið. Vit mugu bara royna at læra okkum at liva við, at hann ikki kemur aftur.
Mamman hevur ilt við at skilja, hví maðurin skuldi gera av við Pidda. Tað kann ikki hava verið fyri at fáa hendur á gjaldskortum, og tað ljóðaði eisini løgið, at tað skuldi vera fyri at fáa fatur á húsunum hjá Pidda. Húsum eru nóg mikið av.
Hon hevur gjørt sær greitt, at tey ikki eru tey fyrstu menniskjuni, sum hava mist, og ikki hava nakra grøv. Eins og sonurin vónar hon eina ferð at fáa sannleikan at vita.
- Tað er í neyðini, tú kennir tínar vinir, sum sagt verður. Øll hava verið góð við okkum og verið um okkum. Annars høvdu vit ikki yvirlivað. Tað er sum um, at tá ein missir í slíkum føri, hava allar Føroyar mist, sigur Kirsten Hansen.









