Ólag er komið á portflutningin ímillum Føroyar og Danmark við tað, at loftbussurin hjá Atlantsflogi hvur fingið skaða.
Sostatt eru møguleikarnir hjá Atlantsflogi at flyta farm, munandi avmarkaðir og fyribils er tað bara bráðneyðugur farmur, sum verður fluttur
Posta sigur, at av hesum sama liggja eini fimm tons av posti til Føroya eftir í Danmark.
Post Danmark hevur tí gjørt av, at allur postur, sum liggur eftir í Danmark í annaðkvøld, hóskvøldið, verður sendur við skipinum, sum er í Føroyum mánamorgunin 17. desembur.
- Hesin posturin verður allur borin út í næstu viku, sigur Posta.
Post Danmark sigur, at postur, sum er innlatin í Danmark í seinasta lagi hósdagin 13. desembur, kemur við skipinum, og verður sostatt borin út áðrenn jól.
- Hvussu verður við posti, sum er innlatin eftir 13. desembur, vita vit ikki, sigur Posta.
Kortini sigur Postsa, at allur postur, sum er komin til landið í seinasta lagi 19. desembur, verður útborin til jóla.
- Vit royna tó sjálvandi at fáa allan postin út, har tað ber til, eisini tað sum kemur eftir 19. desembur.