Dátueftirlitið hevur givið átakinum “Í menniskjum góður tokk”’ loyvi til at viðgera viðkvæmar persónsupplýsingar í sambandi við jólahjálpina.
Átakið hevur til endamáls at veita fólki, sum eru í fíggjarligari trongstøðu, peningaligan stuðul til at halda jól fyri. Átakið hevur kunnað Dátueftirlitið um, at allar umsóknir verða skrivaðar inn á teldu, og at pappírsumsóknirnar síðani verða burturbeindar. Øll nøvn verða strikað og allir bústaðir strikaðir, áðrenn nevndin viðger umsóknirnar. Tað er bert átaksleiðarin/dátuábyrgdarin, sum hevur fult innlit í innkomnu upplýsingarnar. Tá ið átakið er av, fíggjarligi stuðulin latin og roknskapurin gjørdur, verða allar upplýsingar strikaðar.