Hægstarættardómarar í Egyptlandi finnast at landsins forseta, Mohamed Mursi, og siga hann hava gjørt seg inn á rættarverkið á ein so grovligan hátt, at teir siga seg hvørki hava sæð ella hoyrt um nakað slíkt fyrr.
Mursi kunngjørdi í vikuni, at hann hevur víðkað vald forsetans, og avgerðin ber millum annað í sær, at eingin dómstólur hevur myndugleika til at upploysa tingið, sum arbeiðir við at gera uppskot um nýggja grundlóg.
Mótstøðufólk forsetans leggja hann undir at hava tikið sær vald sum ein einaræðisharri ella sum ein farao í gamla Egyptalandi, men forsetin sigur avgerð sína vera neyðuga fyri at tryggja demokratitilgongdina í landinum.
Hægstarættardómararnir eru ikki samdir við forsetanum, og teir hótta við at leggja dómaraembætið niður, sigur BBC.