Tora ikki at brúka pengar

- Samgongan spjaðir slíkt mistreysti, at fólk tora ikki at brúka pengar.

Tað halda andstøðuflokkarnir í Fíggjarnevndi, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin.

Tey vísa á, at vanliga privata nýtslan hevur sjáldan verið lægri enn nú og tað er eitt greitt tekin um, at fólk kenna seg ótrygg.

- Verður hugt at, hvussu nógv fólk brúka av teirra inntøku, hevur parturin vanliga verið um 95% í Føroyum.

- Landsbanki Føroya metir, at nýtslukvotan var 86% í 2011 og er farin heilt niður á umleið 84% í 2012.

- Hetta er vanliga eitt greitt tekin um, at búskapurin er í einum lágkonjukturi, og tað er her, at høvuðsorsøkin til hallið hjá landskassanum skal finnast.

Minkandi nýtslukvotan í 2012 er grundað á, at tøka inntøkan er vaksin úr 8,7 upp í 9,1 milliardir, tvs. 4,6%, samstundis sum MVG-inntøkurnar fyrstu 11 mánaðirnar í 2012 bert eru vaksnar úr 1.126 í 2011 upp í 1.166 milliónir krónur, ella 3,6%.

- Staðfestast kann tí, at vøksturin er lítil í MVG, og lutfalsliga er talan um eina minking, tí tøka inntøkan hjá føroyingum er vaksin við 4,6%, meðan MVG inntøkan fyrstu 11 mánaðirnar bert veksur við 3,6%.

Føroyingar brúka sostatt minni part av tøku inntøkuni í 2012 enn í 2011.

Tøka inntøkan hjá føroyingum verður mett at vera umleið 9,1 milliardir í 2012. Varð nýtslan 95% av tøku inntøkuni, sum er vanligt, hevði privata nýtslan verið umleið 8,645 milliardir.

Men so er ikki í 2012, tí við eini nýtlsukvotu á 84% fer privata nýtslan bert at vera umleið 7,644 mia. kr. í 2012, ella 1.001 millión lægri.

Tá umleið 30% av privatu nýtsluni kemur inn sum inntøkur til landið, høvdu landsins inntøkur verið øktar við 300,3 mió. kr., um bert privata nýtslan kom upp á eitt vanligt ella meðal støði í 2012.

- Sostatt hevði greitt yvirskot verið á landsins fíggjalóg, um vit bert høvdu eina leiðslu í landinum, ið megnaði at skapa álit og tryggleika í staðin fyri misálit og ótta fyri framtíðini, sigur andstøðan.

- Tað stendur púra greitt, at alheims fíggjarkreppan verður misbrúkt av samgonguni sum politiskt amboð fyri at fremja politiskar ætlanir um minimalstat og niðurlaðing av grundleggjandi vælferðartænastum og tjóðarstovnum, sigur andstøðan.

- Við at fylgja uppskotinum hjá andstøðuni, sæst eisini, at hallið á fíggjarlógini kann vendast til yvirskot uttan ógvusligar sparingar, niðurlaðingar og niðurskurðir.

Samanumtikið merkja broytingar frá minnilutanum, at hallið á fíggjarlógini fyri 2013 verður 149,3 sum eru 100 minni enn ætlanin hjá samgonguni.

- Í hesum úrsliti er ein meting á 81,9 milliónir av tí, at nýtslukvotan hækkar

Minnilutin mælir samanlagt til broytingar, ið økja inntøkur landsins 191,6 milliónir.

Tær skulu koma frá at fara frá flatskattaskipanina til eina skipan, sum gevur lægri inntøkunum størri lætta, umframt við eini fiskivinnunýskipan og annað.

Samstundis mælir andstøðan til at hækka íløgurnar 41.4 milliónir í Tjóðleikhús, lestraríbúðir, eftirskúla, havrannsóknarskip, orkugrunn, sum skal stuðla grønum verkætlanum, kjarnuboringar til Sandoyartunnil og annað.