Tað hevur verið ein tung tíð hjá familjuni at bíða eftir, at nakað hendi í málinum um horvna Pidda.
- Tað hevur verið hart. Eisini eitt sindur óveruligt, sigur Poulina Hansen, sum er elsta dóttir Pidda.
Hon var ikki serliga óttafull at byrja við, tá Piddi hvarv.
- Eg hugsaði ikki so nógv um tað, men eg var heilt sannførd um, at hann var ikki deyður. Eg roknaði bara við, at hann var farin onkunstaðni, uttan at siga frá, tí tað gjørdi hann viðhvørt, sigur Poulina Hansen.
Tað gekk drúgv tíð, áðrenn hon av álvara fór at óttast fyri, at okkurt var, sum tað ikki átti at vera.
- Eg haldi, at eg vildi ongantíð hugsa, at tað var nakað galið, og at tað, sum er hent, var hent. Tað var ikki fyrr enn tey søgdu fyri mær, at Milan var ákærdur fyri at hava dripið hann, sigur Poulina Hansen.
Milan Kolovrat var jú ikki ókendur fyri børnunum hjá Pidda, og heldur ikki fyri Poulinu.
- Mær dámdi hann ongantíð nakað serligt, hann virkaði eitt sindur løgin, og hann leyg um ymiskt, sigur Poulina Hansen.
Eitt av tí, Milan bilti teimum inn, var, at hann átti bæði hús við svimjihyli og bilar í Kroatia.
- Men tað trúði eg ikki upp á, sigur Poulina Hansen.
Gott tað er yvirstaðið
Tað gjørdi mamma hennara so kortini. Hinvegin kom tað ikki dóttrini til hugs, at Milan Kolovrat kundi havt gjørt av við pápa hennara, heldur ikki eftir, at hann var handtikin og skuldsettur í málinum.
- Eg haldi ikki, at eg hugsaði tað. Sjálvt um mær ikki dámdi hann, hevði eg ikki trúð, at hann kundi funnið upp á at gjørt av við pápa mín, sigur Poulina Hansen.
Men skuldsetingin gjørdist til ákæru og rættarsak, og elsta dóttir Pidda hevur fylgt málinum nakað.
- Tað hevur ikki verið lætt, staðfestir Poulina Hansen.
Málið hevur nú fingið sín enda. Milan Kolovrat er dømdur 14 ára fongsul, og hann hevur hartil játtað fyri, at tað var hann, sum drap og beindi Pidda burtur – við at tveita hann á sjógv á Morskranesi, pástendur hann.
- Eg eri bara glað um, at tað er yvirstaðið. At hann viðgekk tað, sigur Poulina Hansen.
Tað bøtir kortini einki um, at Piddi ikki er komin aftur íaftur, og tí hava tey avvarðandi onga grøv at vitja.
- Tað er rættiliga hugtungt, tí tað høvdu vit sjálvandi vilja, sigur Poulina Hansen.
Hon heldur tó, at tað hevði hjálpt upp á støðuna, um familjan fekk ein minnisstein, sum tey kundu vitja.
- Sjálvandi mugu vit koma víðari við lívinum, men hendan upplivingin fer so altíð at vera har, og fer at fylgja mær restina av lívinum, sigur Poulina Hansen, elsta dóttir Pidda.