Býráðið í Vági hevur gjørt av at nú skal tað verða bíligari hjá foreldrum í Vági at hava børn í ansing.
Tað samtykti Vágs Býráð í gjárkvøldið.
Samstundis verður nýggjur barnagarður tikin í nýtslu næsta ár og nú hevur býráðið so harafturat lækkað gjaldið fyri at lætta enn meiri um hjá barnafamiljum.
At hava børn í dagrøkt hevur kostað 1500 krónur um mánaðin og tað talið verður ikki broytt.
At hava børn í vøggustovualdri, hevur kostað 1960 krónur um mánaðin, men nú lækkar tað niður í 1700 krónur um mánaðin, og sostatt verður tað 3120 krónur bíligari um árið at hava børn í vøggustovu í Vági.
At hava børn í Barnagarðsaldri, hevur kostað 1780 krónur um mánaðin og tað gjaldið lækkar 80 krónur um mánaðin, niður í 1700 krónur um mánaðin. Tilsamans er sparingin sostatt 960 krónur um árið.
Harafturat hevur Vágs Býráð nú eitt nýtt tilboð um barnaansing.
Tað er, at nú ber eisini til at hava børn í ansing hálva tíð og tað hevur ikki borið til í Vágu áður.
Tað fer at kosta 900 krónur um mánaðin at hava børn í ansing hálva tíð. Orsøkin til, at tað kostar eitt sindur meiri enn hálvt gjald, er, at tað krevur meiri umsiting.