Fara at gera streym í Vestmannasundi

Í januar verður farið undir fyrsta part av eini nýggjari og grønari orkuverkætlan, um at seta eitt sjóvarfalsorkuverk í Vestmannasund

Tað er Sp/f FTPP í Vestmanna, sum stendur fyri ætlanini í samstarvi við SEV, Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum, Jarðfeingi og Landsverk.

Og nú er ætlanin komin so mikið væl ávegis, at beint eftir ársskiftið verður eitt sjóvarfalsorkuverk, sum vigar 70 tons, sett í Vestmannasund.

Uffe Bærentsen í Vestmanna er stigtakari til ætlanina og hann sigur, at í hesum sambandi er ein roynd gjørd við eini týskari vatnmyllu, sum síðani er ment á Nomatek í Tórshavn, ið eisini ger orkuverkið.

Talan er um eina vatnmylla við einum tvørmáti á átta metrar og hon fer væntandi at gera eini 100 kilowatt av streymi, tá ið rákið er harðast.

Myllan skal standa á 40 metra dýpi, eina 400 metrar beint út frá bryggjuni við Oyrargjógv.

Har verður hon fest á botnin við ketum og veirum og ein streymkaðal verður lagdur inn á land og knýttur í el-netið hjá SEV.

Toppurin á mylluni verður 10 metrar undir vatnskorpuni, og staðið verður merkt við ljósboyu.

Umframt at vita um brúkilig el-framleiðsla fæst burtur úr, er endamálið eisini at royna um stálkonstruktiónin, festi og slit-lutir, halda ímóti tí harða streyminum.

Talan er í fyrsta atløgu um eina íløgu, har høvuðsparturin er fíggjaður í Týsklandi.

Verða úrslitini av hesum mátingum nøktandi, og vísir myllan seg at vera egnaður,

verður næsta stig at økja framleiðsluorkuna.