tey, at smittan nú ikki speiðir seg meir. AB skrivar: Koronusmitta er staðfest hjá fimm spælarum, sum vandu við ávikavist næstbesta- og besta mansliðnum mánadagin. Av hesi orsøk eru nógvir av okkara [...] okkara spælarum í sóttarhaldi, og tískil eru dystirnir hjá okkara mansliðum, sum skuldu spælast í vikuskiftinum, útsettir. Hesir dystirnir eru útsettir: 12. juni, 1. deild menn: HB-AB 12. juni, 2. deild [...] deild menn: AB-ÍF 13. juni, U21-steypakapping: FC Hoyvík-AB Vit vóna, at smittan ikki spreiðir seg enn meira, og at okkara menn kunnu koma í gongd aftur við at venja og spæla dystir sum skjótast.
professara á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn, kunnu vit vænta at frætta um fleiri slíkar handlar í framtíðiuni. Við Ritzau sigur hann, at slíkir handlar eru vanligir, tá fíggjarheimurin er í trupulleikum, [...] og hann væntar, at meiri ferð fer at koma á hesa gongdina nú. Tað eru teir smáu og meðalstóru bankarnir, sum royna at styrkja seg ella at bjarga sær, tí trupulleikarnir í fíggjarheiminum gera, at tað [...] tað gerst altsamt meiri trupult hjá teimum at læna pening til virksemið. -Tað ger, at bankanir eru undir trýsti og noyðast at gera okkurt fyri yvirhøvur at yvirliva, og tað tryggasta er at finna ein at samstarva
hesin neyvan í gildi fyrr enn komandi kappingarár. - Eg fari fyri at vísa hvat eg kann. Eru teir áhugaðir, so taka vit tað harfrá, sigur Høgni Midjord við Portalin. Høgni fekk um vikuskiftið sín fyrsta dyst [...] tapti 4-1 í venjingardysti ímóti føroyska U21-landsliðnum. Frammanundan eru fýra føroyingar at finna á liðnum hjá Fremad Amager. Teir eru Rókur av Fløtum Jespersen, Hans Jørgensen, Erling Jacobsen og Páll [...] higartil í ár. Felagið hjá Toda, Fremad Amager, hevur eftir øllum at døma lagt hetta til merkis, tí nú mánadagin skal Høgni nevniliga niður til felagið at royndarvenja. Ætlanin er, at hann skal venja fram
virðini. Í dag síggja vit úrslitini: Flotin, sum fyri 12-14 árum síðani varð saneraður niður í lítið og onki (fólkið fekk rokningina), er belæntur upp um skorsteinarnar. Pengarnir eru drenaðir úr flotanum [...] flotanum og standa nú í kunstsamlingum, timburhandlum, bilasølum, hotellum og íløgufeløgum. Ein ótálmað spekulatión hevur lagt flotan. 45-ára gamlir línubátar, rustkustar sum ikki eru verdir milliónina standa [...] 10-15 mill. kr. Tað sama við trolaraflotanum. Skipanin skapti nakrar fáar ríkmenn, men tapararnir eru teir, sum seinast komu til fatið. Teir hava ikki ráð til olju. Teir sita við svartaper. Og so manningarnar
eitt ódnartak tá, so vit kunnu bara ásanna orðatakið: Mangt umbroytist á mansins ævi, nú litfagrar myndabøkur eru eins vanligar á føroyskum sum fremmandum máli. Í Mínari jólabók eru sum vant fyrst og fremst [...] fremst søgur, men eisini yrkingar, uppskriftir, skrøgg og krossorðagáta. Nógvar upprunaføroyskar søgur eru: Maud Heinesen hevur skrivað »Einsamøll í húsi« Elin Mortensen »Tá ið takið fór í luftina«, Sólrún
Hetta skrivar Sørvágs kommuna á sorvag.fo. Báðir eru væl kendir innan føroyska tónleikaheimin, og hava rós uppiborið fyri teirra avrik. Nú ynskja vit at geva teimum eina hjartans tøkk fyri teirra íkast [...] íkast, skrivar Sørvágs kommuna. Tiltakið verður í dansistovuni í Sørvági. Á skránni eru tónleikur, røður og hugni. Ymiskir tónleikarar og sangarar fara at tulka sangir hjá Jóan Jakku og Magnusi. Í steðginum [...] Almenna tiltakið endar kl. 23:00, og eftir tað verður «jam session» í Wild West-hølinum, har øll eru vælkomin. 18 ára aldursmark er til tiltakið.
palestinsku heilsumyndugleikunum eru nú 22.313 fólk dripin í Gaza síðan hin 7. oktober í fjør. Norska kringvarpið - NRK - veit í morgun at siga, at 128 palestinar eru dripnir í ísraelskum álopum í Gaza [...] nevniliga, at slíkar útsagnir, sum ísraelsku ráðharrarnir eru komnir við, eiga at føra við sær, at ráðharrarnir verða koyrdir úr stjórnini. - Vit taka frástøðu frá slíkum útsagnum, sigur ein talsmaður fyri
Hjá gentum 17, hava vestminningar vunnið FM Nú kappingin hjá gentum 17 er liðugt, er tað greitt, at tað eru vestmannagentur, sum hava vunniðFM. ì gjárkvøldið fingu gentur 17a hjá VÍF gullkrónur um hálsin [...] trúgvu viðhaldsfólk hava sæð gjøgnum árið, eru ikki so fá stjørnuskot at finna á hesum liði, so vestminningar siga, at hjá kvinnum sær framtíðin bjørt út í Vestmanna Vit siga bara: Tillukku við FM heitinum Myndin [...] Myndin er av gullgentunum.Aftara rað f.v. eru tær: Elisa leo, Heidi Joensen, Linda Davidsen, Annika Poulsen,Liljan Djurhuus, Silja Rógvadóttir og Katrin Christophersen. Húkandi frá vinstru eu tær Jona
Nú nakrir krákumánaðir eru farnir, síðani nýggj samgonga varð skipað, sær tað út til at stevið er sera vánaligt. Flokkarnir hava tingast í vikuvís og síðani samdir um at undirskriva eitt samgonguskjal [...] Leggið tað deyva oyra til andstøðuna, tí slíkan negativan politikk hava vit ikki brúk fyri í só góðum landi sum í Føroyum. Sjálvandi eru ósemjur, men góðu tit, havið hesar ósemjur innan tykkara fýra veggir [...] , og tí undrar tað mong, ið eru fyri samgonguni, at síggja og hoyra hesar politikkarar í bløðum, útvarpi og á skíggjanum, hvussu hesir samgongupolitikarar rakka hvønn annan niður. Tað er betri semja í
Viaplay vísir hall upp á 3,8 milliardir krónur, og útlitini fyri restina av árinum eru heldur einki serligt. Avbjóðingarnar eru, at kostnaðurin av at framleiða egið tilfar er farin upp, prísurin á ítróttarrættindum [...] Tað gongur einki serligt hjá svensku miðlafyritøkuni Viaplay Group. Viaplay er eitt nú stroymingtænasta, sum nógvir føroyingar eisini brúka, og fyritøkan eigur eisini sjónvarpsrásir sum TV3, TV3+ og TV3 [...] ítróttarrættindum er nógv hækkaður, og harafturat hevur fyritøkan havt munandi kurstap. – Vit mugu taka skjótar avgerðir fyri at tryggja framtíðina hjá konsernini, segði Jørgen Madsen Lindemann, forstjóri í Viaplay