Spekulatiónin

Í mong Harrans ár ella eini 12-15 ár hevur Javnaðarflokkurin talað fyri at seta á stovn ein fiskidagabanka

Hetta skuldi forða fyri tí ótálmaðu spekulatiónini av fiskiloyvum, sum, øll vistu, fór fram. Okkara politikkur bleiv av Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum skírdur at vera øvundsjúka móti reiðarum, sum skaptu virðini.

Í dag síggja vit úrslitini: Flotin, sum fyri 12-14 árum síðani varð saneraður niður í lítið og onki (fólkið fekk rokningina), er belæntur upp um skorsteinarnar. Pengarnir eru drenaðir úr flotanum og standa nú í kunstsamlingum, timburhandlum, bilasølum, hotellum og íløgufeløgum.

Ein ótálmað spekulatión hevur lagt flotan. 45-ára gamlir línubátar, rustkustar sum ikki eru verdir milliónina standa í 10-15 mill. kr. Tað sama við trolaraflotanum. Skipanin skapti nakrar fáar ríkmenn, men tapararnir eru teir, sum seinast komu til fatið. Teir hava ikki ráð til olju. Teir sita við svartaper. Og so manningarnar, sjálvandi.

Tað má verða eitt krav frá Javnaðarflokkinum, at fiskiloyvini verða loyst frá skipunum og løgd í ein fiskidagabanka.

Hesum vil eg virka fyri á tingi.