Koronusmittan ávirkar dystirnar hjá AB

Fimm spælarar hjá besta og næstbesta liðnum hjá AB hava fingið staðfest koronusmittuna

Koronusmittan er leys og tað hevur rakt Argja Bóltfelag. AB boðar frá, at fimm av teirra spælarum, sum spæla á besta og næstbesta liðnum, hava fingið staðfest smittuna.

 

Tí verða ongir dystir hjá besta-, næstbesta- og U21-liðnum hetta vikuskiftið. Á Argjum vóna tey, at smittan nú ikki speiðir seg meir.

 

AB skrivar:

 

Koronusmitta er staðfest hjá fimm spælarum, sum vandu við ávikavist næstbesta- og besta mansliðnum mánadagin.

 

Av hesi orsøk eru nógvir av okkara spælarum í sóttarhaldi, og tískil eru dystirnir hjá okkara mansliðum, sum skuldu spælast í vikuskiftinum, útsettir.

 

Hesir dystirnir eru útsettir:

 

12. juni, 1. deild menn: HB-AB

 

12. juni, 2. deild menn: AB-ÍF

 

13. juni, U21-steypakapping: FC Hoyvík-AB

 

Vit vóna, at smittan ikki spreiðir seg enn meira, og at okkara menn kunnu koma í gongd aftur við at venja og spæla dystir sum skjótast.