Tveir ráðharrar í ísraelsku stjórnini, Betzalel Smotrich og Itamar Ben-Gvir, hava fingið øði í USA.
Í samband við kríggið í Gaza hava teir nevnt ein møguleika, sum USA als ikki tekur undir við.
Teir hava nevniliga ført fram, at palestinar í Gaza møguliga kunnu flytast til onnur øki.
Men USA, sum er dyggasti stuðul hjá Ísrael, góðtekur slett ikki eina etniska útreinsan av palestinum í Gaza.
USA heldur nevniliga, at slíkar útsagnir, sum ísraelsku ráðharrarnir eru komnir við, eiga at føra við sær, at ráðharrarnir verða koyrdir úr stjórnini.
- Vit taka frástøðu frá slíkum útsagnum, sigur ein talsmaður fyri amerikanska uttanríkisráðið, Matthew Miller.
Tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur.
Sambært palestinsku heilsumyndugleikunum eru nú 22.313 fólk dripin í Gaza síðan hin 7. oktober í fjør.
Norska kringvarpið - NRK - veit í morgun at siga, at 128 palestinar eru dripnir í ísraelskum álopum í Gaza seinasta samdøgrið.