Tað gongur einki serligt hjá svensku miðlafyritøkuni Viaplay Group. Viaplay er eitt nú stroymingtænasta, sum nógvir føroyingar eisini brúka, og fyritøkan eigur eisini sjónvarpsrásir sum TV3, TV3+ og TV3 Sport.
Ritzau skrivar, at hálvársroknskapurin hjá Viaplay vísir hall upp á 3,8 milliardir krónur, og útlitini fyri restina av árinum eru heldur einki serligt.
Avbjóðingarnar eru, at kostnaðurin av at framleiða egið tilfar er farin upp, prísurin á ítróttarrættindum er nógv hækkaður, og harafturat hevur fyritøkan havt munandi kurstap.
– Vit mugu taka skjótar avgerðir fyri at tryggja framtíðina hjá konsernini, segði Jørgen Madsen Lindemann, forstjóri í Viaplay, tá ið hávársroknskapurin varð kunngjørdur.
Hetta hevur við sær, at 25 prosent av starvsfólkunum, sum eru umleið 1500 í tali, missa starvið. Onnur átøk koma eisini upp á tal. Tað kann vera víðarisøla av rættindum, søla av aktivum, kapitalinnspræning ella søla av konsernini.











