Nú nakrir krákumánaðir eru farnir, síðani nýggj samgonga varð skipað, sær tað út til at stevið er sera vánaligt.
Flokkarnir hava tingast í vikuvís og síðani samdir um at undirskriva eitt samgonguskjal, og tí undrar tað mong, ið eru fyri samgonguni, at síggja og hoyra hesar politikkarar í bløðum, útvarpi og á skíggjanum, hvussu hesir samgongupolitikarar rakka hvønn annan niður.
Tað er betri semja í einum barnagarði enn innan samgonguna. Og so tá hugsað verður um at í samgonguni er alt trøllvaksin fólk ? puha, puha?
Byggið heldur upp eina sterka samgongu og vísi Føroya fólki at fullveldistilgongdin skal halda áfram til landið stendur á egnum beinum.
Leggið tað deyva oyra til andstøðuna, tí slíkan negativan politikk hava vit ikki brúk fyri í só góðum landi sum í Føroyum.
Sjálvandi eru ósemjur, men góðu tit, havið hesar ósemjur innan tykkara fýra veggir.
Vinarliga og góðan byr.









