Fagnaðarkvøld fyri Jóan Jakku Guttesen & Magnusi á Stongum verður í Sørvági leygarkvøldið tann 27. januar kl 20:00.
Í sambandi við, at Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum hava føðingardag, verður skipað fyri fagnaðarkvøldi í heimbygdini Sørvági.
Hetta skrivar Sørvágs kommuna á sorvag.fo.
Báðir eru væl kendir innan føroyska tónleikaheimin, og hava rós uppiborið fyri teirra avrik. Nú ynskja vit at geva teimum eina hjartans tøkk fyri teirra íkast, skrivar Sørvágs kommuna.
Tiltakið verður í dansistovuni í Sørvági.
Á skránni eru tónleikur, røður og hugni. Ymiskir tónleikarar og sangarar fara at tulka sangir hjá Jóan Jakku og Magnusi.
Í steðginum verður borðreitt við leskiligum munnbitum og ymiskum leskandi.
Tiltakið byrjar kl. 20:00. Dyrnar lata upp kl. 19:30.
Almenna tiltakið endar kl. 23:00, og eftir tað verður «jam session» í Wild West-hølinum, har øll eru vælkomin.
18 ára aldursmark er til tiltakið.