61 ára gamal meldar seg sjálvan fyri at hava dripið kvinnu

Ein 61 ára gamal maður meldaði seg sjálvan, eftir at ein kvinna varð skotin og dripin í Brønshøj í dag.

Myndir: Steven Knap/Ritzau Scanpix

##med2##

Tann, sum varð handtikin í málinum um skottilburðin av kvinnu í Brønshøj í dag, er ein 61 ára gamal maður, sum gav seg sjálvan upp.

Tað sigur Lasse Michelsen, varapolitiinspektørur hjá løgregluni í Keypmannahavn.

Hann upplýsir, at maðurin hevði tilhald móti drápsoffrinum. Hetta merkir, at hann ikki hevði loyvi at nærkast myrdu 47 ára gomlu kvinnuna.

Fyri Ritzau noktar Lasse Michelsen at geva nærri upplýsingar um sambandið millum tey bæði fólkini.

##med3##

 

- Eg kann ikki koma nærri inn á ávísa sambandið, bert at tey bæði kendust, sigur hann.

Løgreglan kann í løtuni ikki geva nærri upplýsingar um eitt motiv. Men seinnapartin er einki, sum bendir á, at málið hevur samband við rokkara- og bandamhvørvið.

Varapolitisinspektørurin upplýsir, at fráboðanin um skottilburðin snúði seg um sjey til átta skot.

Málið varð meldað til løgregluna klokkan 13:12, sum fór fram á Frederikssundsvej í Brønshøj.

 

Lesið eisini: 47 ára gomul kvinna skot­in til deyð­is í Keyp­manna­havn

Løgreglan í Keypmannahavn er framvegis til staðar á brotstaðnum umleið klokkan 15:30, og verður væntandi har í nógvar tímar afturat.

- Vit verða til staðar við okkara kanningar- og rættarlæknafrøðingum, og harumframt eru vit eisini til staðar á økinum við okkara lokalu løgreglu, sigur Lasse Michelsen.

Hann heitir á borgarar, sum vita nakað um málið, um at venda sær til løgregluna á 114.

##med4##

##med5##

 

Til ber eisini at seta seg í samband við lokalu løgregluna í økinum, stendur.

Sambært løgregluni eru eisini videobrot, sum hava samband við skottilburðin.

Varapolitiinspektørurin vísir tí á, at tað kann vera revsivert at deila tær.

Hann kann ikki gera nærri viðmerkingar til innihaldið í umrøddu videobrotum.

Lasse Michelsen væntar, at tann 61 ára gamli handtikni maðurin verður førdur fyri ein dómara í grundlógaravhoyring í morgin.

 

/Ritzau/

 

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

 

 

Myndir: Steven Knap/Ritzau Scanpix

Varapolitiinspektørurin Lasse Michelsen frá Keypmannahavnar Politi upplýsti seinnapartin mánadagin, at ein 61 ára gamal maður hevur meldað seg eftir at ein kvinna varð skotin í Brønshøj í Danmark. - Mynd: Nils Meilvang/Ritzau Scanpix