Tenax Sild A/S afturkallar fiskafrikadellur, tí Listeria monocytogenes er staðfest í vøruni.
Afturkallingin er dagførd við nýggjum dagfestingum og nýggjum vørum tann 18.09.2025.
Hesum boðar Heilsifrøðiliga Starvsstovan frá á síni heimasíðu.
Hvør er vøran?
Gestus laksefrikadeller
Nettovekt: 4x 65 g
Best fyri: øll dato f. 05.09.2025 til 10.10.2025
Lot nr: L531YF
FISKEMANDENS fiskefrikadeller
Nettovekt: 2x80 g
Best fyri: øll dato f. 03.09.2025 til 06.10.2025
FISKEMANDENS fiskefrikadeller
Nettovekt: 4x85 g
Best fyri: øll dato f. 04.09.2025 til 10.10.2025
FISKEMANDENS fiskefrikadeller
Nettovekt: 6x20 g
Best fyri: øll dato f. 01.09.2025 til 10.10.2025
Vøran er seld í føroyskum handlum.
Virkið, ið afturkallar, er Tenax Sild A/S.
Orsøk til afturkalling
Staðfest er listeria monocytogenes í vøruni.
Vandi
Bakterian listeria monocytogenes er ávíst. Infektión við listeriabakterium kann geva influensalíknandi symptomir, febur og høvupínu, og magatrupulleikar. Hjá immunveikum persónum, t.d. eldri ella barnakonur, kann sjúkan vera álvarsom.
Ráð til borgaran
Vørurnar eiga at verða lætnar aftur haðani tær eru keyptar ella beindar burtur.