Danmark við í norðurlendskari avtalu um lóður

Tað skal vera lættari, skjótari og bíligari at útvega lóður til donsku herdeildirnar.

Nammo framleiðir lóður sum hesar artillerisgranatirnar. Frá 2027 skal felagið eisini hava framleiðslu í Danmark. (Arkivmynd). - Mynd: Petter Berntsen/Ritzau Scanpix

Hetta er málið við einum strategiskum samstarvi, sum Danmark hevur gjørt við Svøríki, Finnland og Noreg um keyp av lóðuri gjøgnum norska framleiðaran Nammo.

Tað sigur norska verjumálaráðið í tíðindaskrivi.

Væntað verður, at avtalan fer at stuðla eini trífalding av ammunitiónsframleiðsluni í Norðurøkinum.

Samstundis verður møguligt at deila lóður og goyma tað tvørtur um landamørk.

- Hendan avtalan er enn eitt stig móti tættari norðurlendskari integratión innan verjuna og verjuvinnuna, sigur norski verjumálaráðharrin, Tore O. Sandvik.

 

/Ritzau/

 

Nammo framleiðir lóður sum hesar artillerisgranatirnar. Frá 2027 skal felagið eisini hava framleiðslu í Danmark. (Arkivmynd). - Mynd: Petter Berntsen/Ritzau Scanpix