Veksandi kreppa í fíggjarheiminum ger, at teir stóru bankarnir styrkja seg við at keypa teir smáu
Í morgun frættist úr Danmark, at Nykredit skal keypa Forstædernes Bank, og at Handelsbanken hevur keypt Lokalbanken. Sambært Per H. Hansen, professara á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn, kunnu vit vænta at frætta um fleiri slíkar handlar í framtíðiuni. Við Ritzau sigur hann, at slíkir handlar eru vanligir, tá fíggjarheimurin er í trupulleikum, og hann væntar, at meiri ferð fer at koma á hesa gongdina nú.
Tað eru teir smáu og meðalstóru bankarnir, sum royna at styrkja seg ella at bjarga sær, tí trupulleikarnir í fíggjarheiminum gera, at tað gerst altsamt meiri trupult hjá teimum at læna pening til virksemið.
-Tað ger, at bankanir eru undir trýsti og noyðast at gera okkurt fyri yvirhøvur at yvirliva, og tað tryggasta er at finna ein at samstarva við, sigur Per H. Hansen við Ritzau.










