Høgni til Fremad Amager

17 ára gamli sandoyingurin, Høgni Midjord, fór í dag til Fremad Amager, har hann skal royndarvenja fram til hósdagin. Hóast unga aldurin, hevur B71-áleyparin, Høgni Midjord, víst seg sum ein sera vandamiklan áleypara í ársins útgávu av Formuladeildini, har hann hevur skorað tvey mál higartil í ár.

- Eg fari fyri at vísa hvat eg kann. Eru teir áhugaðir, so taka vit tað harfrá, sigur Høgni Midjord við Portalin.