kappingin verður enn harðari, eisini heima hjá okkum. Størsti matvøruhandilin í landinum, Miklagarður í SMS, hevur givið sær far um hesa broytingina í hugburðinum hjá fólki og á teim nógvu túsund hillunum í Miklagarði [...] væl umtókt og vit fáa nýggja vøru heim hvønn mánadag, sigur Niels Mortensen, stjóri fyri handlarnar hjá SMS. Økologiskur matur kostar væl meiri enn vanligur matur, prísmunurin liggur um 10-20 %. Hóast ø [...] økologiskan mat. Ikki enn, men uppá longri sikt rokni eg við, at um 5-10 prosent av umsetninginum hjá okkum verður økologisk søla. Tað eru serliga fólk, sum hava búð uttanlands, ið eru millum ídnastu
juli 1998 er ein minniligur dagur í lívinum hjá øllum teimum, ið onkusvegna hava tilknýti til Verkstaðið Vón. Tá varð stásiligi endurbygdi bygningurin hjá verkstaðnum tikin í nýtslu. Á móttøku mikudagin [...] ni og segði, at hann var samstundis lykilin til eina nýggja framtíð við betri kørmum um virksemið hjá stovninum. 35 brúkarar eru á stovninum og starvsfólkini eru 10 í tali. Í kvøld er veitsla í sambandi [...] Vón varð bygt. Verkstaðið Vón brendi í grund sjálvan flaggdagin í 1996. Síðani hevur alt virksemið hjá stovninum verið í leigaðum hølum í Mykinesgøtu í Havn. Bygningurin er bygdur upp aftur fyri tryggi
borðreiddu við norskum mati. Sunnukvøldið er tað túrurin hjá føroyingunum, at skipa fyri føroyskum kvøldi. Bukkene Bruse er ein partur av Ten Sing arbeiðinum hjá KFUM og K í Noregi. Tey hava lættari tónleik, men
i er John Petersen trupulleikin hjá landsstýrissamgonguni. Men vit mugu leggja afturat, at borgarliga landsstýrissamgongan er vorðin stóri trupulleikin hjá Føroya fólki. LANDSSTÝRIÐ hevur fullkomiliga
sum heild, so høvdu vit ikki eina støðu í dag, har kanska eitt stórt tal av fólki - av misnøgd síni við nettup taklingini hjá donsku stjórnini av Føroyum - velur loysing. So tjóðveldisfólk og loysingarfólk [...] teir mongu vandar, sum vitturliga lúra, um kappað verður á stokkinum her og nú. SAMBART úttalilsinum hjá formanni javnaðarfloksins bæði á eykalandsfundi og nú eisini á valfundinum í Havn mánakvøldið, so ætlar [...] føroyingar sera negativt úrslit av bankakanningini kann tí í veruleikanum vera eitt sera kærkomið høvi hjá teimum loysingarhugaðu her á landi til at kvetta við Danmark - uttan at hugsa um fylgjurnar av hesum
Føroya fólki,. at tann persónur, sum tey vísa á sum løgmannn, veruliga tænir bæði fólksins og eisini sambandsfloksins áhugamálum. Løgmaður hevur eitt forkláringsproblem. Hann skyldar Føroya fólki eina [...] flokkar, sum eru í samgongu, havast at løgmanni. Tað óvanliga í dag er, at politikarar í flokkinum hjá løgmanni taka blaðið frá munninum og alment finnast harðliga at sínum egna formanni og løgmanni. EIN
Saman við evnaríkum og dugnaligum fólki, sum arbeiða við teldum og telduloysnum, er ein skipanbygt upp - tann fyrsta av sínum slag í Føroyum - sum ger tað møguligt hjá føroyingum og øllum øðrum úti sum [...] at tað er so kostnaðarmikið, vegna høga porto, hjá føroyinginum uttan fyri Føroyar at halda eitt føroyskt blað. Við at gerast haldarar av internetávísini hjá Sosialinum kanst tú halda blaðið fyri eins lítið [...] útviklað seg til eina skipan á rættiliga høgum og kvalifiseraðum støði. SKIPANIN ger tað gjørligt hjá øllum, líka mikið hvar á knøttinum tey eru, at lesa alt tilfarið, sum stendur í Sosalinum dag um dag
Sosialinum í dag ger Kristian Magnussen vart við, at talan er um at inntøkujavna fólkapensjónina hjá fólki, sum afturat fólkapensjónini forvinna 89.000 krónur ella meira. Fólkapensjónin verður tá inntøkujavnað [...] ellisár. Tað er ikki annað, enn ein mannarættur. Hinvegin so vilja vit heldur ikki afturvísa uppskotinum hjá landsstýrismanninum í heilsu- og almannamálum, uttan at tað fær tað viðgerð, eitt slíkt uppskot eigur
Barbara kann fáa týdning fyri Føroyar sum ferðamannaland. Og helst kann filmurin eisini vekja áhuga hjá fólki fyri Føroyum, sum tá aftur kann vera við til at knýta tættari bond millum Føroyar og onnur lond [...] fleiri danir fara at vísa Føroyum og føroyingum størri ans, og harvið koma at skilja betur støðuna hjá fólkinum, sum býr úti í Norðuratlantshavi. Vit vilja við hesum ynskja øllum teimum, sum hava havt nakað
livilíkindum úti kring landið - størri ans og seta hetta í samband við, hvat vit vilja við hesum landi og fólki í næstu øld! Nettup kreppan og hvussu hon er farin við t.d. eini oyggj sum Sandoynni, eigur at fáa [...] gerandisdegnum! Og við mentan hugsa vit um alt frá tónleikaundirvísing fyri børn og ung til umstøður hjá evnaríkum fólkum at skriva bøkur og skapa ymsa list. Mong bera ótta fyri avleiðingunum frá eini oljuvinnu [...] aftrat, at tað er ikki samanlegging bara fyri tess egnu skyld og fyr einhvønn prís. Er tað skilabetri hjá kommium at samstarva heldur enn at leggja saman, so eigur tað at standa fremst. Tí tað er greitt, at