EINGIN skipasmiðja bjóðaði sær fram til at gera Nólsoyar Páll lidnan. Orsøkin er, at skipasmiðjurnar hava ikki álit á borgarliga landsstýrinum. Nýggjastu hagtølini vísa, at peningurin fossar úr almenna felagskassanum, landskassanum. Alt meiri fiskur fer óvirkaður av landinum. Og landsstýrið rættir ikki hond frá síðu fyri at fáa kærkomnu sildina virkaða í Føroyum.
FORMAÐURIN í sambandsflokkinum á Tingi hevur rætt, tá hann sigur, at nú er Nólsoyar Páll ikki trupulleikin. Harafturímóti er John Petersen trupulleikin hjá landsstýrissamgonguni. Men vit mugu leggja afturat, at borgarliga landsstýrissamgongan er vorðin stóri trupulleikin hjá Føroya fólki.
LANDSSTÝRIÐ hevur fullkomiliga mist tamarhaldið á støðuni vinnuliga og fíggjarliga. Í seks ár hevur verið spart og tanlað. Stórir samfelagspartar eru skornir at beini. Men tær neyðugu rationaliseringarnar við einum veruligum perspektivi eru ikki gjørdar. Og løgmaður smílir: - Her stendur væl til!
HVØRJA ferð okkurt málsøki hevur tvørra pening, so er nýggj játtanarlóg løgd fram. Tá hetta er mannagongdin, er lætt at fáa javnvág á fíggjarlógina um ársskiftið, um landsstýrið bara kann sleppa endanum seinri. Men tá landsstýrið heldur, at fíggjarliga støðan er so góð, má ásannast, at grundarlagið, sum m.a. javnaðarflokkurin legði í ringastu kreppuárunum, er stak gott.
NÚ boðar John Petersen frá, at í summar skulu nakað gerast, so meiri fiskur verður virkaður í Føroyum, tí nú er heimildin í lagi. Men hann hevur jú havt heimildina at gera nakað sambært grein 19 í lógini um vinnuligan fiskiskap. Og fiskur í tonsatali er farin av landinum í bingjum alt tað seinasta árið, hann hevur sitið í Nesinum
OG hevur hann ikki eisini ábyrgdina av sildini - havsins silvur, sum vit hava bíðað eftir í eini 20 ár. Av tí landsstýrið hevur verið so lítið framskyggið, ella bart tú dólskt, fer meginparturin av hesum kærkomna tilfeingið til idnað. Og sildin verður fyri stóran part kanska slettis ikki landað í Føroyum, men uttanlands.
SAMANUMTIKIÐ má aftur sláast fast, at sama borgarliga atgerðarloysi, sum gjørdi seg galdandi í fimtiárunum og fyrst í áttatiárunum, aftur er um at koma okkum aftur um brekkur. Landsstýrið hevur fullkomiliga mist tamarhaldið!