EFTIR at hava ligið í dvala og løgd lamin í skjótt fýra ár er Sandoyggin raknað við aftur. Tað er sum at síggja blómur spretta móti vári - nú at síggja hesi fryntligu sníðini heiman av Sandi gleðast um, at tey nú loksins hava fingið arbeiði aftur.
SENDINGIN í sjónvarpinum frá løtuni, tá fólkini fóru í aftur arbeiðsklæðini á fiskavirkinum á Sandi, vísti okkum øllum, hvussu nógv tað hevur at siga fyri eitt fólk, eina bygd og eina oyggj, at tað finnast arbeiðpláss, at har er virksemi. Gleðin og samtíðis staðfestingin av tí sannroynd, at har einki arbeiði og virksemi er, har følnar alt, kom so væl til sjóndar í hesum myndum, at vit kunnu bert fegnast saman við sandoyarfólki og vóna, at Sandoyarætlanin verður at sigra í framtíðini eisini. Í blaðnum í dag gera vit nógv burtur úr hesi stórhending.
KREPPAN, sum hevur verið og framvegis er, og tær avleiðingar hon hevur havt fyri øki sum Sandoynna, er nakað, sum nú átti at blivið viðgjørt meira grundleggjandi millum politikarar og onnur. Nevniliga, hvussu vit tryggja plássum kring landið varandi arbeiðspláss - uttan at tað skal koma inflatión í soleiðis at skilja, at alt bara verður bygt á almennan stuðul.
VIT eiga at geva júst hesum - livilíkindum úti kring landið - størri ans og seta hetta í samband við, hvat vit vilja við hesum landi og fólki í næstu øld! Nettup kreppan og hvussu hon er farin við t.d. eini oyggj sum Sandoynni, eigur at fáa okkum at leggja størri orku í landsplanlegging. Hví ikki fara inn í eina nýggja øld við nettup hesum í huga: at leggja útviklingin soleiðis til rættis, at vit so vítt møguligt kunnu varðveita bygdirnar og eisini útoyggjarnar. Hetta má hava fyrsta prioritet í øllum samfelagstjakinum.
SJÁLVANDI ber ikki til fult og heilt at stýra einum útviklingi, tí hann er eisini bundin at viðurskiftum, sum vit einki kunnu gera við. Men vit kunnu so brúka vit og skil og ein góðan vilja til at røkka so langt, sum nú tilber. Uttan vilja koma vit so onga leið. Hví ikki stinga út í kortið ein landspolitikk, sum røkkur langt inn í næstu øld, eina útbygging av okkara samfelag, sum byggir á langtíðar landsplanlegging!
NÚ tað verður tosað um eina komandi frálandavinnu og eisini eina ferðmannavinnu sleppa vit ikki undan at tosa um, hvussu hetta fer at ávirka mentan og støðuna annars. Hví ikki brúka komandi vinnu- og inntøkumøguleikar frá eini oljuvinnu og eini ferðamannavinnu sum ein katalysator til at menna mentan og annað í føroyska gerandisdegnum! Og við mentan hugsa vit um alt frá tónleikaundirvísing fyri børn og ung til umstøður hjá evnaríkum fólkum at skriva bøkur og skapa ymsa list. Mong bera ótta fyri avleiðingunum frá eini oljuvinnu. Henda ótta eiga vit at hava, men hví ikki brúka óttan til nakað positivt og kanalisera hann til nettup at hjúkla og menna mentan ol! Hvør veit - kanska hesin ótti er ógrundaður - um so er at vit bera okkum rætt at - tí størri ríkidømi frá eini oljuvinnu kann vera við til at geva mentan, list ol. nógv betri gróðrar- og tilverulíkindi enn støðan er í dag! Og her hevur tað stóran týdning, hvørji fólk tú velur til at vera við í tilrættaleggingini.
EITT gott hugskot kundi tí verið, at Oljuráðleggingarnevndin, sum fyribils er liðug við sína uppgávu at gera tilmæli um oljulóg, fær ein nýggjan arbeiðssetning og víðkaða manning, soleiðis at partur av hennara arbeiðsumráði verður at arbeiða við mentanarligum spurningum. Tvs. hvussu tryggja vit, at ein komandi oljuútviklingur verður við til at varðveita og menna føroyska mentan og siðir.
VIT gleðast saman við sandoyarfólki. Vit skrivaðu fyrr í vikuni, hvussu stóran týdning tað hevur at varðveita og menna bygdirnar, og vístu á, at samanlegging av kommunum er ein gongd leið. Lat okkum tó her leggja aftrat, at tað er ikki samanlegging bara fyri tess egnu skyld og fyr einhvønn prís. Er tað skilabetri hjá kommium at samstarva heldur enn at leggja saman, so eigur tað at standa fremst. Tí tað er greitt, at við betri samstarvi millum kommunur og bygdir ber til at røkka langt Tá má samstarv hava innihald.