NÝGGJA tøknifrøðin ger tað munandi lættari at samskifta millum lond og heimspartar. Tú kanst samskifta í tínum egna landi og eisini millum lond á nógvar ymsar hættir. Postur og flutningur er tað vit kenna best til - síðani telefon, telex, telefax og nú eisini internetið.
SKAL tú í dag hava eini boð fram til ein vin og kenning, til ein kunda osfr. tá eru ráðini mong. Størsta framtigið hevur kanska verið telefaxið, men einki stendur í stað, og tí kemur eisini tann dagur, tá vit fáa ein avloysara til telefaxið eisini.
MØGULIGA kann ein siga, at hesin avloysarin longu er komin, og hann er internetið. Hetta er enn nýtt og fremmant fyri mong, men útviklingurin gongur so mikið skjótt, at í øðrum londum, her serliga USA, eru teldan og internetið vorðin ein partur av gerandisdegnum, sum fólk als ikki kunnu vera fyriuttan. So smátt eru hesi amboð eisini við at finna sær leiðina inn um skúlagátt, og tað er at fegnast um.
MEN eisini fjølmiðlarnir kunnu brúka internetið, og tað er hetta, sum Sosialurin nú fer miðvíst undir. Saman við evnaríkum og dugnaligum fólki, sum arbeiða við teldum og telduloysnum, er ein skipanbygt upp - tann fyrsta av sínum slag í Føroyum - sum ger tað møguligt hjá føroyingum og øllum øðrum úti sum heima at lesa blaðið alt á internetinum.
HETTA byrjaði annars í tí smáa, har blaðið gjørdi avtalu við føroying, sum fekk sær útbúgving í Danmark. Síðani hevur blaðið fingið samband við eina fyritøku, sum arbeiðir við telduloysnum, og hevur hetta so útviklað seg til eina skipan á rættiliga høgum og kvalifiseraðum støði.
SKIPANIN ger tað gjørligt hjá øllum, líka mikið hvar á knøttinum tey eru, at lesa alt tilfarið, sum stendur í Sosalinum dag um dag. Býr tú í Moskva, í Peking, í Singapore, Í Melbourne, í Lima ella hvar tað skal vera, so kanst tú hvønn dag fara inn á internetið og á telduni lesa, hvat fer fram í Føroyum.
SKIPANIN er so mikið professionell, at hon veitir lesarum te. einstaklingum, stovnum, feløgum, skúlum osfr. eina tænastu, har viðkomandi til eina og hvørja tíð kann fara inn og leita eftir onkrum serstøkum, sum viðkomandi hevur áhuga í. Ynskir tú t.d. at vita, hvussu oftani fótbóltsleikarin Todi Jónsson ella Edmund Joensen, løgmaður hava verið nevndir í bløðunum seinastu vikuna, seinasta mánaðin ella seinasta árið, so kanst tú biðja skipanina geva tær upplýsingarnar. Tú kanst so útskriva allar greinar, har hesir eru nevndir. Og soleiðis kanst tú leita eftir øllum tí, tú hevur áhuga í ella brúk fyri. Skal t.d. ein skúlaflokkur gera uppgávur um Framtaksgrunnin, um Føroyar sum komandi oljuland, um grindamálið osfr. so er bert at uppgeva leitiorðið og tú fær allar greinarar á skíggjan.
SJÁLVANDI er endamálið við hesum fyrst og fremst at fáa blaðið út til fleiri fólk. Tess fleiri haldarar blaðið kann fáa tess betur verður eisini fíggjarliga grundarlagið at gera eitt enn betri og fjølbroyttari blað. Vit halda eisini, at vit við hesi internetskipan kunnu veita okkara lesarum og viðskiftafólki kring alla verðina eina sera góða tænastu. Umframt informatiónsvirðið, so ber eisini til at hava lýsingar í hesi skipan. Og her er vert at viðmerkja, at talan sjálvandi eisini er um litlýsingar. Lat tað eisini vera sagt her, at ein orsøk til at vit leggja so nógva orku í hesa skipan er tann sannroynd, at tað er so kostnaðarmikið, vegna høga porto, hjá føroyinginum uttan fyri Føroyar at halda eitt føroyskt blað. Við at gerast haldarar av internetávísini hjá Sosialinum kanst tú halda blaðið fyri eins lítið og tað kostar at halda tað í Føroyum.
TAÐ skal vera vón okkara, at hetta tiltakið fær góða undirtøku og vilja vit sohvørt gera neyðugar og skilagóðar broytingar og ábøtur, soleiðis at vøran verður tann best hugsandi fyri kundan.