SÍÐST í hesi vikuni fáa vit at vita, hvat útlendskir ummælarar halda um filmin Barbara.
VIT hava annars sæð og hoyrt tey fyrstu føroysku ummælini av filminum, sum varð vístur í Havnar Bio og í Norðurlandahúsinum sunnudagin. Hesi ummæli hava verið ymisk, tó at tey í høvuðsheitum eru positiv.
FÓLK, sum Sosialurin tosaði við eftir sýningina í Norðurlandahúsinum, vóru sum heild sera væl nøgd við filmin, hóast tey hava ymiskt at fýlast at.
NÚ er ikki ætlanin á hesum stað at ummæla filmin. Men vit kunnu tó siga so mikið, at talan er um ein stórfilm, tann fyrsta nakrantíð, sum vísir Føroyar og føroyingar. Hann er avbera vakur og kensluríkur og hevur uttan iva nógv at bjóða ikki minst einum fremmandum, sum kanska ongantíð hevur sæð ella vitjað oyggjarnar.
TAÐ er helst rætt, sum tað verður ført fram í samrøðunum, sum blaðið hevur við fleiri fólk eftir sýningina, at vit eru nærum ?inhabil? at meta um filmin, tá hugsað verður um, hvussu stórar vónirnar hava verið og ikki minst spenningurin. Tað er sum at skula sanna orðini, at tá vónirnar til eitt ávist eru skrúvaðar so nógv upp, so kanst tú næstan bara gerast vónsvikin.
LAT okkum nú síggja og hoyra, hvat útlendskir ummælarar siga um filmin. Vit fara í blaðnum at fylgja hesum ummælum og greiða okkara lesarum frá teimum, tí hetta er nakað, sum føroyingar uttan iva vilja síggja og hoyra um.
TAÐ er helst eingin ivi um, at filmurin Barbara kann fáa týdning fyri Føroyar sum ferðamannaland. Og helst kann filmurin eisini vekja áhuga hjá fólki fyri Føroyum, sum tá aftur kann vera við til at knýta tættari bond millum Føroyar og onnur lond. Løgmaður og ríkisumboðsmaðurin hildu fyri í blaðnum í gjár, at møguliga kann filmurin gera, at fleiri danir fara at vísa Føroyum og føroyingum størri ans, og harvið koma at skilja betur støðuna hjá fólkinum, sum býr úti í Norðuratlantshavi. Vit vilja við hesum ynskja øllum teimum, sum hava havt nakað við filmin at gera, hjartaliga tillukku við vón um, at filmurin fer at vekja áhuga fyri Føroyum og annars fáa týdning fyri ikki bert ferðavinnuna men fyri mentanarlívið og alt samfelagiðsum heild. Góða eydnu við filminum