Konsert í KFUM

Leygarkvøldið kl. 22 verður konsert í KFUM á Hoydalsvegi við tí norska ungdómskórinum Bukkene Bruse

Norska ungdómskórið Bukkene Bruse frá Sandnes er í løtuni og vitjar KFUM og K í Føroyum. Íalt eru 22 fólk við í kórinum, og nøkur onnur eru eisini við sum hjálparfólk.

Á Føroyaferðini hava tey vitja ymsastaðni í Føroyum, men tey hava kortini bara tað einu konsertina. Fyrr í vikuni høvdu tey eisini eitt norskt kvøld í KFUK, har tey millum annað borðreiddu við norskum mati.

Sunnukvøldið er tað túrurin hjá føroyingunum, at skipa fyri føroyskum kvøldi.

Bukkene Bruse er ein partur av Ten Sing arbeiðinum hjá KFUM og K í Noregi. Tey hava lættari tónleik, men eisini fólkatónleik.

Konsertin við Bukkene Bruse verður í KFUM leygarkvøldið kl. 22 og hon er ókeypis. Ein drekkamuður verður eisini at fáa á konsertini.