Nýggja Verkstaðið Vón tikið í nýtslu

Mikudagin var móttøka í nýggja stásiliga Verkstaðnum Vón á Argjum, sum er bygt upp aftur fyri tryggingarendurgjaldið, men hevur 500 fermetrar fleiri at ráða yvir.

1. juli 1998 er ein minniligur dagur í lívinum hjá øllum teimum, ið onkusvegna hava tilknýti til Verkstaðið Vón. Tá varð stásiligi endurbygdi bygningurin hjá verkstaðnum tikin í nýtslu. Á móttøku mikudagin handaði Helena Dam á Neystabø, landsstýriskona í heilsu- og almannamálum leiðaranum á stovninum, Maud W. Hansen, lykilin til bygningin.

Landsstýriskonan umrøddi í stuttari røðu týdningin sum stovnurin hevur fyri fólkini, ið hava tilknýti til hann. Hon nam við stóru og fjølbroyttu framleiðsluna, ið kemur av verkstaðnum, sum ivaleyst er at finna í hvørjum heimi í Føroyum.

Dagligi leiðarin tók ímóti lykilinum frá landsstýriskonuni og segði, at hann var samstundis lykilin til eina nýggja framtíð við betri kørmum um virksemið hjá stovninum. 35 brúkarar eru á stovninum og starvsfólkini eru 10 í tali. Í kvøld er veitsla í sambandi við, at 25 ár eru liðin síðani Verkstaðið Vón varð bygt.

Verkstaðið Vón brendi í grund sjálvan flaggdagin í 1996. Síðani hevur alt virksemið hjá stovninum verið í leigaðum hølum í Mykinesgøtu í Havn. Bygningurin er bygdur upp aftur fyri tryggingarendurgjaldið 14 mill. krónur og tá er nýggja vakra innbúgvið íroknað.

Parkeringsøkið, sum var, er tikið uppí bygningin og í dag ræður stovnurin yvir 1620 fermetrum. Har er timburverkstað, pappírsverkstað, seymiverkstað, evningarverkstað, matarhøl, køkur, skrivstovur, fundarhøli og nógv onnur høli.

Almanna- og heilsumálastýrið hevur staðið fyri endurbyggingini, forkvinna í bygginevndina hevur verið Gunnleyg Durhuus, og Fuglø Arkitektar hava staðið fyri arkitekta- og projekteringsarbeiðinum.


Myndatekstir:

Leiðarin á stovninum, Maud W. Hansen, framman fyri nýggja stásiliga Verkstaðið Vón.


Helena Dam á Neystabø, landsstýriskona í almanna- og heilsumálum, handaði stovnsleiðaranum lykilin til Verkstaðið.


Jóannes og Demmus spældu og sungu.


Fitt av fólki var á móttøkuni mikudagin. Fólkini, ið hava tilknýti til stovnin, hava líka síðani flaggdagin í 1996, tá bygningurin brendi, sæð fram til dagin, tá ið nýggi bygningurin skuldi takast í nýtslu.


Útsýnið av Verkstaðnum er sera gott yvir Argir og Havnina. Myndir: Jens Kr. Vang.