Gagnlig kjak um eldraviðurskifti

Tað reið mongum kalt eftir ryggi, tá tað frættist, at nú eru okkara kosnu farnir at pilka við fólkapensjónina - at tey tryggjaðu rættindi, sum okkara gomlu nú hava havt í mannaminni, skulu broytast.

Og tað er eisini av góðum grundum, at fólk øtast, tí í hesum døgum kunnu vit valla vænta, at pensjónir fara at hækka. Og júst við tí í huga, at pensjónsparturin verður so tungur komandi árini, var tað at Javnaðarflokkurin í áttatiárunum legði lunnar undir eina solidariska pensjónskipan - nevniliga Sambaldsfasti.


Fakfelagsleiðarar hava verið harðmæltir í sínum úttalilsum, meðan andstøðupolitikararnir Jóannes Eidesgaard og Finnbogi Ísakson vóru heldur varnari í Sosialinum í gjár, tí báðir søgdu seg ikki hava havt stundir at sett seg nóg væl inn í málið.


Á hesum stað skal beinanvegin verða sligið fast, at vit nú og í komandi tíðum eiga at hava so góða pensjónskipan, at øllum kann verða tryggjað góð ellisár. Tað er ikki annað, enn ein mannarættur.


Hinvegin so vilja vit heldur ikki afturvísa uppskotinum hjá landsstýrismanninum í heilsu- og almannamálum, uttan at tað fær tað viðgerð, eitt slíkt uppskot eigur at fáa. Í grein í Sosialinum í dag ger Kristian Magnussen vart við, at talan er um at inntøkujavna fólkapensjónina hjá fólki, sum afturat fólkapensjónini forvinna 89.000 krónur ella meira. Fólkapensjónin verður tá inntøkujavnað á tann hátt, at hon minkar 30 krónur fyri hvørjar 100 krónur, pensjónisturin hevur í inntøku.


Um hetta er rætt - ella um hetta ikki er rætt, kunnu vit sjálvandi kjakast um. Men um tingmenn ikki vilja játta fleiri pengar til eldraøkið, soleiðis at teir pensjónistar, ið ikki hava havt møguleika til aðra pensjónsskipan, fáa eina fólkapensjón, teir kunnu liva av, so mugu onnur tiltøk setast í verk.


Sum blað bjóða vit okkum fram sum forum til gagnlig kjak um eldraviðurskiftini sum heild. Hesin partur av politiska kjakinum hevur í alt ov stóran mun ligið á láni, og kann tað eisini verða partvís orsøk til, at fólkapensjónin er afturúrsigld. Hetta er eitt mál, sum hevur týdning fyri okkum øll, og eitt mál, sum vit ikki kunnu vera bekent við at lata liggja?