Leygarmorgun svimja vanliga nógv fólk í Klaksvík. Serliga eru nógvar barnafamiljur. Seinasta leygarmorgun var ein serligur dámur í høllini, og kaffiborð stóðu fram við kappingarhylinum. Hetta tí at Jens [...] Jens Ásar Olsen, sum hevur arbeitt í høllini í 30 ár, fór frá. Kaffi, køkur og sunkist og bomm til børnini var at fáa. Og borðið varð dúgliga vitjað allan morgunin. Serliga børnini frøddust um møguleikan [...] meðan tey svumu. Nógv vaksin gingu eisini í teirra svimjiklæðum og drukku kaffi, meðan tey nýttu høvi at heilsa upp á Jens Ásar. Umframt at mong vóru komin í høllina bert til hetta høvið og ikki at svimja
arbeitt í skúlanum í Klaksvík, har hann serliga hevur verið kendur fyri síni serliga góðu evni í náttúrufrøði ella fysikk. Asbjørn Lómaklett er føddur í Klaksvík 18. november í 1940. Hann var lærari í Klaksvík [...] á Føroya Læraraskúla í 1964, fylgdust á útbúgvingarleiðini, og at teir eftir at hava lokið prógv fingu starv í sama skúla. Helgi Danielsen, sum er føddur í Klaksvík 8. februar í 1941, hevur øll árini [...] á Húsum og Syðradali 1971-72 og aftur í Klaksvík síðani 1972. Skúlaárið 1970-71 var hann á ársskeiði á DLH. Tá ið skúlin í Klaksvík í 1979 varð býttur sundur í Ósáskúlan og Skúlan á Ziskatrøð, gjørdist
in í Norðstreymoy og sostatt er hann eisini limur í samgonguni. Og hann er grundleggjandi ósamdur í teirri raðfesting, sum samgongan hevur gjørt í sambandi við tunlar í Føroyum. Í Sosialinum fyrr í vikuni [...] hvørki í Dali ella í Viðareiði. ? Hinvegin eru forkanningar gjørdar í sambandi við tunnil til Tjørnuvíkar og tær kanningarnar eru lidnar. Hetta er ein tunnil, sum politiskt hevur verið frammi í fleiri [...] hevur sett pening av til forkanningar í sambandi við tunnil til Dals og í sambandi við tunnil til Viðareiðis. Bjarni Djurholm greiddi eisini frá, at tá ið Hovstunnilin í Suðuroy verður liðugur um eini tvey
Avgerðin fall ikki fyrr enn í seinasta dystinum, ið ÍF spældi, tí TB, sum spældi sín seinasta dyst sama dag, høvdu eisini møguleika at gerast meistarar. ÍF tapti ongan dyst í 1979, men hevði tríggjar javnar [...] teir dystirnir vóru móti TB, B36 og VB. Leikararnir hetta árið vóru: Sam Jacobsen, Áku Petersen, Steinbjørn í Lambanum, Ronni Gunnarsson, venjari, Ove Joensen, Kai Eli Poulsen og Birgir Thomsen, Kristian
ur, hevur sett Sólju í Ólavsstovu sum nýggjan formann í ráðnum fyri brekað. Sólja, sum er útbúgvin cand. Jur, og sum hevur veriði leiðandi starvið í miðfyrisitingini í Grønlandi í 15 ár, umframt at hon [...] aðalstjóri í Almannamálaráðnum, er ógvuliga fegin um álitisstarvið sum formaður í ráðnum fyri brekað, og hon gleðir seg at virka saman við hinum býráðslimunum. Umframt Sólju í Ólavsstovu, eru í ráðnum fyri [...] annað til uppgávu at geva landstýrinum ráð í øllum almennum málum av týdningi fyri viðurskiftini hjá brekaðum í Føroyum, og at geva almennum mynduleikum ráð í málum, sum nema við livikor teirra brekaðu
nøkrum aftur í at fara í hagan. Tað er at taka stavarnar - nú er tað vorðið so umhildið at ganga við sonevndu gongustavunum, sum eisini eru góðir - og halda í brekkuna. Tann, sum hevur eygu og oyru í rímiligum [...] hóast fyrstu várdagarnir rættiliga fáa lív í alt, sum ligið hevur í dvala um veturin, hava hesir kláru heystardagarnir ikki minni gandakenda atdráttarmegi í sær. Hesa megi, sum fær fólk at reisast úr stólinum [...] tað, ein vil. Ganga í haganum. Anda reinu luftina, sum fer svíðandi gjøgnum barkan, í seg. Nema og síggja nýggjar lutir, sum knappliga vísa seg so klárir, hóast tú fleiri ferðir í summar hevur gingið júst
at føroyingar kunnu hava egna venju (praksis), tær einastu avmarkingarnar liggja í, at vit mugu hava skil í, so fólk í somu støðu vera eins viðfarin, og annars at virða fyrisitingarlig rættindi. Heimi [...] skrivaði sum formaður í lands-stýrismálanevndini undir sjálv-málið og eitt óneyðugt føroyskt afturstig. Men, mangt bendur á, at tingfólk eru óskyldug í hesum. Tá Jákup Mikkelsen í Jógvan S.-málinum tyktist [...] føroyskan realpolitikk. Har er ongin slingur í valsinum. Tú kanst vera so fittur og tørvandi, sum tú vera vilt; spælir tú ikki nógv væl, so er hurðin har! Tað byrjar longu í barnaskúlanum, tá tey gløggu høvdini
Hann skal gerast munandi hægri enn hann er í verandi stund, og tað eru teir farnir í holt við nú. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at løgini verða løgd á í tveimum fyri at setningurin skal ganga skjótari [...] handilsmiðstøð við Sandin. Men tær ætlaninar koyra, sambært Steinbjørn Jacobsen, við lágum blussi fyri tíðina. Stigtakararnir hava sum skilst rent seg í fíggingartrupulleikar, men borgarstjórin veit at siga [...] tøð verður bygd við Sandin í bræði. Aðrar útfyllingar Umframt útfyllingina við Sandin hevur Klaksvíkar kommuna eisini fylt út á Norðborg. Har er liðugt, meðan útfyllingin í Ánunum gongur við fullari ferð
líknilsi: Peningur verður regluliga stolin í eini fyritøku, har fleiri fólk starvast. Í langa tíð er eingin greiður yvir, hvat hendir, tí tað er leiðslan og partar av teimum í umsitingini, sum fremja stuldurin [...] fót. So Steinbjørn O. Ja-cobsen, eg vóni at tygum skilja líknilsi. Tygum átti at "kropið til krossin" og viðgingið tygara mistøk. Somuleiðis átti tygum at ruddað upp í teknisku umsitingini. Og hav í huga [...] kveistrað til viks, sum eitt úrslit av øktum eftirliti. Borgarstjórin sigur m.a. í Dimmu, "at atfinningarnar heldur skulu setast í samband við økt eftirlit. Tað verður hildið meira eyga við kommununum eins og
tíð í bygdaskúlanum, har undirvísingin var holl og góð. Har lærarin hevði stundir til hvønn einstakan næming, sum tað í dag stendur í fólkaskúlalógini. ? Eftir lokna skúlagongd hildu fleiri fram í gra [...] vegjaðaranum á vegnum oman í bygdina. Uttan fyri skúlan var fult av fólki. Klaksvíkar Hornorkestur spældi, meðan fólk legðist til. Símun Petur Hjelm, skúlastjóri í Ósáskúlanum í Klaksvík, beyð vælkomin og [...] gerandisdagin í skúlanum. Tíverri tók ein tað ikki nærri til sín, segði Símun Petur Hjelm millum annað. Hann greiddi eisin frá einari stuttligari hending í skúlanum. Tveir dreingir sótu í skúlastovuni um