ÍF vóru føroyameistarar í 1979

Í 1979 bleiv eitt av yngstu fótbóltsfeløgunum í landinum, ÍF, føroyameistarar í 1. deild.

Avgerðin fall ikki fyrr enn í seinasta dystinum, ið ÍF spældi, tí TB, sum spældi sín seinasta dyst sama dag, høvdu eisini møguleika at gerast meistarar.

ÍF tapti ongan dyst í 1979, men hevði tríggjar javnar, teir dystirnir vóru móti TB, B36 og VB.


Leikararnir hetta árið vóru: Sam Jacobsen, Áku Petersen, Steinbjørn í Lambanum, Ronni Gunnarsson, venjari, Ove Joensen, Kai Eli Poulsen og Birgir Thomsen, Kristian Petersen, Sonni Jensen, Poul Eldevig, Jan Nielsen, Meinhard Dalbú, Abraham Hansen (Løkin), Jón Olsen, Hans Elias Joensen og Herman Midjord