Leygarmorgun svimja vanliga nógv fólk í Klaksvík. Serliga eru nógvar barnafamiljur. Seinasta leygarmorgun var ein serligur dámur í høllini, og kaffiborð stóðu fram við kappingarhylinum. Hetta tí at Jens Ásar Olsen, sum hevur arbeitt í høllini í 30 ár, fór frá. Kaffi, køkur og sunkist og bomm til børnini var at fáa. Og borðið varð dúgliga vitjað allan morgunin. Serliga børnini frøddust um møguleikan at fáa sunkist og bomm, meðan tey svumu. Nógv vaksin gingu eisini í teirra svimjiklæðum og drukku kaffi, meðan tey nýttu høvi at heilsa upp á Jens Ásar. Umframt at mong vóru komin í høllina bert til hetta høvið og ikki at svimja.
Jens Ásar Olsen verður ikki longur at síggja í svimjihøllini sum lívbjargari. Men at svimja fer hann helst kortini.
? Eg vænti enntá, at eg fari at sleppa ókeypis framvið billettsøluni av og á, tók Jens Ásar skemtandi til.
Nógv fólk var og svam í høllini hendan morgunin, og nógv vóru somuleiðis komin at siga Jens Ásari farvæl á hesum seinasta starvsdegi.
Meðan børnini stuttleikaðu sær óført í hyljunum, vórðu fleiri røður hildnar. Millum annað Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, onkur av starvsfeløgunum og umboð fyri fólk, ið svimja dagliga.
Øll komu tey inn á lætta sinnalagið á Jens Ásari, sum uttan iva hevur sett sín dám á gerandisdagin í høllini líka síðani hon lat upp í 1974.
? Tá høllin læt upp, var tað ein stórur dagur fyri klaksvíkingar. Men hetta er ikki beinleiðis nakar stórur dagur, nú Jens Ásar fer frá. Men tað minsta vit kunnu gera, er at senda honum heilsur við á vegnum, helt ein fyri í røðu sínari.