Pauli Ellefsen gjørdist kendur á politiska pallinum, tá hann varð valdur á ting í 1974 fyri Sambandsflokkin, sum hann skjótt gjørdist formaður fyri. Hann var ríkisgóðkendur grannskoðari og hevði egið grannskoðaravirki.
Politiska tindin rakk hann, tá ið hann 1981-1985 var løgmaður og stóð á odda fyri borgarligu samgonguni.
Pauli Ellefsen var miðvingur. Foreldrini vóru Joen Elias Ellefsen, sum var keypmaður, og Sofía fødd Højgaard og ættað úr Rituvík. Tey fingu átta børn, og Pauli var elstur. Hini systkini vóru Petur, Ása, Svend Aage, Jens Eli, Jana, Eydna og Jóna.
Pauli var fiskimaður, lærdi til fjarritara og sigldi úti, áðrenn hann búsettist í Keypmannahavn. Hann arbeiddi sum grannskoðari hjá revisiónsfelagnum C. Jespersen, meðan hann las HD í grannskoðan á handilsháskúlanum.
Í 1969 gjørdist hann ríkisgóðkendur grannskoðari. Fyrst í sjeytiárunum flutti hann til Føroya.
Eitt skifti hevði hann saman Jógvani Sundstein grannskoðaravirkið Sundstein & Ellefsen. Eftir at teir fóru hvør til sítt, stóð Pauli á odda fyri Grannskoðaravirkinum Pauli Ellefsen, KPMG og saman við øðrum SPEKT. Hann seldi sín part, tá hann gavst í virkinum fyri aldur.
Pauli gjørdist sum eitt skot ein av teimum fremstu á politiska pallinum. Undan valinum í 1974 var hann við heilt nógvum og stuttum greinum, ið vóru eyðkendar av løttum máli og stíli og beinraknum og einføldum boðskapum, ógvuliga markantur í valstríðnum.
Sambandsflokkurin hevði á valinum í 1970 fingið eitt umboð í Suðurstreymi. Tað var Trygvi Samuelsen, sum varð valdur til floksformann, eftir at Johan Poulsen ikki lat seg stilla uppaftur í 1970. Á valinum í 1974 fekk Sambandsflokkurin í Suðurstreymi aftur eitt umboð. Men hesa ferð var tað Pauli Ellefsen. Formaðurin var fallin, og hóast Pauli í stíli ikki var heilt soleiðis, sum hinir tingmenninir, sum tá umboðaðu Sambandsflokkin, vóru, so varð Pauli Ellefsen beinanvegin, sum hann var komin í tingið, valdur til formann í Sambandsflokkinum. Henda sessin røkti hann inntil í 1990, tá ið hann ikki stillaði uppaftur.
Eftir valið í 1974 var Sambandsflokkurin í andstøðu. Breið samgonga millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin varð skipað. Hon helt inntil val varð útskrivað í ótíð í 1980 eftir hálvtannað valskeið.
Pauli Ellefsen var sera markantur andstøðuleiðari, og á valunum, sum vóru aftaná, var Sambandsflokkurin stórur. Prosenttalið fór frá 19,1 í 1974 og til 26,3 í 1978 og 23,9 í 1980. Á báðum hesum valunum var Sambandsflokkurin størsti flokkur.
Samstundis vaks undirtøkan á folkatingsvalunum ógvuliga nógv. Pauli varð valdur í fólkatingið 1. mars í 1977. Tvey ár frammanundan hevði flokkurin fingið 23,2 prosent av atkvøðunum. Í 1977 var undirtøkan 31,7 prosent! Pauli sat í fólkatinginum frá 1977 til 1990 við undantaki av tíðarskeiðnum 1981-1985, tá hann var løgmaður, og so stutta valskeiði 1987-1988, tá hann ikki varð valdur.
Eftir valið í 1980 skipaðu Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin samgongu.
Pauli varð valdur til løgmann 5. januar í 1981, og hann sat í løgmanssessinum til 10. januar í 1985.
Pauli hevði góðan politiskan penn, og hann dugdi væl at røða. Framvegis verður tikið til, tá ið hann í 1. mai dags røðu tosaði um støddina og býtið av samfelagslagkøkuni.
Pauli var giftur Henni, fødd Rasmussen.
Henni og Pauli fingu fýra børn: Jógvan (1964), Árni (1966), Ann (1972) og Gunn (1975).











