Útfyllingin við Sandin skal hækkast

Ein flati upp á 20.000 fermetrar er nú útfyltur við Sandin í Klaksvík. Fyllast skal ikki longur úteftir, men nú skal eitt lag afturat leggjast omanyvir. Hetta fyri at setningurin skal vera so effektivur, sum gjørligt, verður sagt

Klaksvík:
Tað hevur gingið við rúkandi ferð at fylla út við Sandin. Flatin, sum nú er fyltur út, er heilar 20.000 fermetrar, men nú verður hann ikki størri. Hann skal gerast munandi hægri enn hann er í verandi stund, og tað eru teir farnir í holt við nú.
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at løgini verða løgd á í tveimum fyri at setningurin skal ganga skjótari.
? Hetta valdu vit at gera, tí um nakað skal byggjast á, so er ikki so long tíð frá, at útfyllingin er liðug til tað arbeiðið kann fara ígongd, sigur borgarstjórin.
Longi ljóðaði, at ætlanin var at byggja eina handilsmiðstøð við Sandin. Men tær ætlaninar koyra, sambært Steinbjørn Jacobsen, við lágum blussi fyri tíðina. Stigtakararnir hava sum skilst rent seg í fíggingartrupulleikar, men borgarstjórin veit at siga, at teir framvegis arbeiða við tí. Teir hava biðið um fund við býráðið í hesu vikuni, men borgastjórin visti ikki, hvat tað er um.
Útfylti flatin er sum sagt 20.000 fermetrar, men ein stórur partur av honum, er ætlað til arbeiðspláss, og tað skal takast uppaftur, tá ein møgulig bygging er farin fram á økinum. Men sum sagt er ikki nógv, sum bendir á, at ein handilsmiðstøð verður bygd við Sandin í bræði.

Aðrar útfyllingar
Umframt útfyllingina við Sandin hevur Klaksvíkar kommuna eisini fylt út á Norðborg. Har er liðugt, meðan útfyllingin í Ánunum gongur við fullari ferð. Til tað arbeiðið verður grót, sum kemur úr Norðoyatunlinum Leirvíkarmegin nýtt.
Steinbjørn sigur, at kommunan hevur umhugsað at fylla út norðan fyri Kósakaiina eisini.
? Ætlanin er at gera betri arbeiðspláss har, sigur borgarstjórin, sum ikki væntar, at kommunan fer at hava nakrar trupulleikar við at sleppa av við alt grótið, sum hon hevur keypt, úr Norðoyatunlinum.