European League: Dánjal var næstbesti málskjúttin hjá Fram

Dánjal Ragnarsson var at síggja aftur á vøllinum í kvøld

Mynd: RÚV

Dánjal Ragnarsson hevur verið skaðadarvaður í eina tíð, og tí var tað gleðiligt at frætta, at hann aftur var at síggja á vøllinum í dysti fyri Fram.

 

Í Lambhagahøllini í Reykjavík spældi Fram í kvøld dyst í bólki D í EHF European League. Dysturin var móti sveisiska liðnum, HC Kriens.

 

HC Kriens vann dystin 35-31. Sambært Morgunblaðnum var gongdin í dystinum hendan:  3:3, 6:8, 10:11, 12:12, 14:15, 16:19, 20:23, 25:25, 26:26, 28:30, 29:32, 31:35.

 

Dánjal skoraði fimm mál upp á átta málroyndir, og var saman við Rúnar Kárasyni næstbesti málskjúttin hjá Fram. Rúnar mátti tó brúka 13 málmøguleikar fyri at fáa fimm mál.

 

Fram er aftast í bólkinum við ongum stigi aftaná fýra dystir. 

 

Longu fríggjakvøldið klokkan 19.30 er aftur dystur í Lambahagahøllini. Tá kemur Stjarnan á vitjan at spæla dyst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. 

 

Mynd: RÚV