Tveir 40 ára starvsdagar

Fríggjadagin 1. oktober var móttøka í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík. Høvið var tað, at tveir av lærarunum 1. august í ár høvdu 40 ára starvsdag. Teir eru Helgi Danielsen og Asbjørn Lómaklett.

Merkisvert við teimum báðum er, at teir frá smádreingi av, og inntil teir høvdu lokið læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1964, fylgdust á útbúgvingarleiðini, og at teir eftir at hava lokið prógv fingu starv í sama skúla.
Helgi Danielsen, sum er føddur í Klaksvík 8. februar í 1941, hevur øll árini síðan hann leyk læraraprógv, arbeitt í skúlanum í Klaksvík, har hann serliga hevur verið kendur fyri síni serliga góðu evni í náttúrufrøði ella fysikk.
Asbjørn Lómaklett er føddur í Klaksvík 18. november í 1940. Hann var lærari í Klaksvík 1964-70, á Húsum og Syðradali 1971-72 og aftur í Klaksvík síðani 1972. Skúlaárið 1970-71 var hann á ársskeiði á DLH.
Tá ið skúlin í Klaksvík í 1979 varð býttur sundur í Ósáskúlan og Skúlan á Ziskatrøð, gjørdist Asbjørn skúlastjóri á Ziskatrøð. Hetta starvið hevur hann nú røkt í eina fjórðings øld. Hann er framvegis skúlastjóri, og Helgi Danielsen er framvegis millum lærarnar á Ziskatrøð.
Bæði Helgi og Asbjørn funnu sær konu úr syðra partinum av Suðuroy. Helgi er giftur við Sigurbjørg, fødd Jacobsen og ættað úr Sumba, og Asbjørn er giftur við Michalu, fødd Toftum og ættað sunnan úr Vági.
Nógv fólk varð savnað til móttøkuna fríggjadagin, og fleiri nýttu høvi at bera eina heilsu. Millum hesi var Eigil Hentze, varaskúlastjóri á Ziskatrøð, Steinbjørn Jacobsen, býráðsformaður, Símun Petur Hjelm, skúlastjóri í skúlanum við Ósánna, og Jan Danielsen, sonur til Helga Danielsen. Asbjørn Lómaklett hugleiddi og takkaði vegna teir báðar, sum nú hava verið lærarar í 40 ár, og sum nú eru elstu lærararnir í skúlanum á Ziskatrøð.