Ósemja í samgonguni um tunlar

Heðin Zachariasan, tingmaður í samgonguni, góðtekur als ikki, at tunnilin til Tjørnuvík verður skumpaður afturum tunnil til Viðareiðis og tunnil til Dals

Raðfesting

? Tunnilin til Tjørnuvíkar skal gerast, áðrenn tunnil til Dals og tunnil til Viðareiðis verður gjørdur.
Tað slær Heðin Zachariasen, løgtingsmaður, fast.
Heðin Zachariasen er tingmaður fyri fólkaflokkin í Norðstreymoy og sostatt er hann eisini limur í samgonguni.
Og hann er grundleggjandi ósamdur í teirri raðfesting, sum samgongan hevur gjørt í sambandi við tunlar í Føroyum.
Í Sosialinum fyrr í vikuni greiddu vit frá, at landsstýrið hevur sett pening av til forkanningar í sambandi við tunnil til Dals og í sambandi við tunnil til Viðareiðis.
Bjarni Djurholm greiddi eisini frá, at tá ið Hovstunnilin í Suðuroy verður liðugur um eini tvey ár, skal farast undir tunnil til Viðareiðis.
Hetta góðtekur Heðin Zachariasen als ikki.
Hann sigur, at tað er ongin ivi um, at Tjørnuvíkartunnilin skal raðfestast framum bæði Viðareiðistunnilin og Dalstunnilin.
? Eg havi onki ímóti, at samgongan raðfestir tunnil til Dals og tunnil til Viðareiðis. Men vit hava ongar forkanningar gjørdar, hvørki í Dali ella í Viðareiði.
? Hinvegin eru forkanningar gjørdar í sambandi við tunnil til Tjørnuvíkar og tær kanningarnar eru lidnar.
Hetta er ein tunnil, sum politiskt hevur verið frammi í fleiri ár og tað hevur ligið í kortunum, at farast skuldi undir tað projektið. Tí er ongin ivi um, at hann skal raðfestast frammanfyri bæði Dal og Viðareiði, sigur løgtingsmaðurin úr Norðstreymoy.
? Tað eigur landsstýrismaðurin at gera sær púra greitt, leggur hann afturat, tí eg góðtaki ikki, at ein tunnil, har kanningarnar eru lidnar, verður skumpaður afturum tunlar, sum enn ikki eru kannaðir.
Hann sigur, at hann fær seg ikki at trúgva, at tað er við vilja, at Tjørnuvíkartunnilin ikki er nevndur í fíggjarlógini.
? Eg haldi, at landsstýrið rætt og slætt hevur gloymt tað.
Heðin Zachariasen ásannar kortini, at hann er limur í eini samgongu og hann fer ikki at seta samgonguna í vága.
? Men sum limur í samgonguni krevji eg at verða hoyrdur, leggur hann afturat.