Abraham Mikladal
?????????
Í Dimmalætting 14. okt. sigur borgarstjórin, at býráðsumsitingin einki hevur at skammast yvir, eftir at bæði Innlendismálaráðið, Løgtingsins Umboðs-maður og Landsins býarskipanarnevnd hvassliga hava átalað málsviðgerðina hjá umsitingini og ógildað ólógligt byggiloyvi.
Í staðin fyri at viðganga at grovir feilir eru gjørdir, kanska fyrst og fremst av teknisku umsitingini (byggifulltrúanum / býarverkfrøðinginum), men ikki minst av borgarstjóranum sjálvum, so verður alt bara kveistrað til viks, sum eitt úrslit av øktum eftirliti.
Borgarstjórin sigur m.a. í Dimmu, "at atfinningarnar heldur skulu setast í samband við økt eftirlit. Tað verður hildið meira eyga við kommununum eins og við t.d. tí, sum landsstýrismenninir gera."
Henda grundgevingin er heilt burturvið. Lat okkum taka eitt líknilsi:
Peningur verður regluliga stolin í eini fyritøku, har fleiri fólk starvast. Í langa tíð er eingin greiður yvir, hvat hendir, tí tað er leiðslan og partar av teimum í umsitingini, sum fremja stuldurin. Eingin kunning um virksemið hjá leiðsluni verður latin partaeigar-unum, og teir fáa og hava einki innlit. Nevnd-in í fyritøkuni er vitandi um at alt ikki gongur reiðiliga fyri seg, men velur at stuðla leiðslu og umsiting.
Men ein dagin leggur ein av partaeigarunum til merkis, at okkurt er sum tað ikki eigur at vera. Partaeigarin kannar viðurskiftini nærri og fær vissu fyri, at okkurt óregluligt gongur fyri seg. Partaeigarin setur seg í samband við løgregluna, sum skjótt staðfestir, at leiðslan, saman við parti av umsitingini hevur stolið pening úr fyritøkuni í longri tíð, og at hetta eri farið framm við góðkenning og vælsignilsi frá nevndini.
Leiðslan sigur, at tað einki hevur upp á seg. Tað at hava stolið peningin er einki at skammast yvir, tí avdúkingin er bert ein partur av øktum eftirliti.
Men sig mær - er ógerðin ikki akkurát líka stór, um hon verður avdúkað ella ikki????
Avleiðingin fyri leiðslu og umsiting og kanska nevndina við, hevði verið:
?bót ella hefti
?áløgd at rinda fult endurgjald
og óivað høvdu partaeigararnir koyrt nevndina, leiðslu og umsiting frá, upp á standandi fót.
So Steinbjørn O. Ja-cobsen, eg vóni at tygum skilja líknilsi. Tygum átti at "kropið til krossin" og viðgingið tygara mistøk. Somuleiðis átti tygum at ruddað upp í teknisku umsitingini.
Og hav í huga, at hetta er bert toppurin av ísfjallinum.