Nýggja uppstilling

Almenni bygnaðurin fyllir stóran partin av føroyska búskapinum. Men tað almenna tykist vera sum fótbóltsfelag uttan venjarar - ongin ger av, hvørji uppstilling F.S. Føroyar skulu spæla við.

Tá Føroyar skuldu spæla ímóti Cyprus og Írlandi bíðaðu føroyingar spentir eftir, hvør uppstill-ingin fór at vera. Fór tað at vera 4-4-2? Og hvør skuldi verja málið? Var onkur settur eftir vegna skaða?
Fótbóltur umboðar føroyskan realpolitikk. Har er ongin slingur í valsinum. Tú kanst vera so fittur og tørvandi, sum tú vera vilt; spælir tú ikki nógv væl, so er hurðin har!
Tað byrjar longu í barnaskúlanum, tá tey gløggu høvdini fáa at vita, at tey ikki mugu rokna ella lesa ov nógv, tí øll skulu fylgjast, og sera týðandi er, at øll ganga í sama flokk. Samstundis verður sorterað við harðari hond á vøllinum. Tú ert A, tú B, og tú C - og tú kanst blanda saft.
Ikki óvæntað er støðan tann, nú hesi eru vaksin, at leikarar góðtaka uttan nakað gný, at teir sleppa ikki á lið, tí onkur annar er betri, ella tí venjarin roynir nýggja uppstilling, og so er ikki pláss fyri eins nógvum á miðjuni.
At síggja til riggar hetta væl. Við einum hópi uppá einar 20 mans, harav ongin er í føstum starvi á liðnum, eydnaðist Føroy-um at spæla javt móti Cyprus, og spæla líka væl sum Írland seinna hálvleik.
Miðsnurran uttan uppstilling
Almenni bygnaðurin hevur sama fleksibilitet. Øgilig gnýst vóru at hoyra, tá fultrúar vóru settir av liðnum. Men verri var, at tað ikki var vegna nakra eyðsýniliga nýggja uppstilling ella aðra umskipan. Dugnalig fólk koyrd uttan tær frágreiðingar, sum miðalhampa leikarin fær.
F.S. Føroyar mangla nevniliga venjarar á øllum liðum. Tað tykist ikki, sum nakar hyggur eftir, hví vit hava júst teir stovnar, vit hava, og hví teir gera júst tað, teir gera.
Ikki færri enn sjey miðlafólk brúktu einar tvær vikur at ferðast við landsliðnum hesuferð. Áhugað kundu hoyra ótaldar tímar av frásagnum og viðmerkingum. Allar avkoyrdir spælarar fáa høvi at gera viðmerkingar. Klók høvd sita og hugleiða um, hvussu nýggj mótstøðulið krevja broytt-an spælistíl ella annað tempo.
Hetta er ófatiliga nógv meira enn miðlarnir gera burturúr umskipanini í almenna bygnaðinum. Onkra sending ella grein verður tað til, men ikki nakað, sum minnir um analysuhugin uppiyvir nøkrum monnum, ið sparka eina bløðru úr leðri ímillum sín.
Var tað bert ein sending hvørt leygarkvøld, har analytikarar kundu gera viðmerkingar til almenna sektorin farnu vikuna og tosa um nýggjar lógir ella komandi bygnaðarbroytingar. So kundu tey, sum vóru á C-liðnum hjá piltum, víst, at tey fingu okkurt burturúr teimum 6-8 árunum á lærdum skúla.
Vit kundu fingið greiðu á, hví vit hava eitt bileftirlit. Hví verkstøðini ikki kunnu kanna bilarnar, og politiið gera onkra stak-roynd av og á. Eru verkstøðini ov lagalig við kundar sínar, kunnu tey missa loyvi at sýna bilar. Er nøkur onnur orsøk at hava eitt bileftirlit enn at eitt eitur Statens Bilinspektion í einum av grannalondum okkara?
Ella hvussu við skúlaverkinum, sum vit fyrr hava nomið við á Tinghelluni. Hví eru tveir ymiskir miðnámskúlar á Kambs-dali? Hví eru tað einir fimm-seks ymiskir hægri skúlar lið um lið Úti í Hornabø í Havn og har á leið.
Hví brúka vit milliónir og aftur milliónir, so verandi skip og garðar kunnu fiska rækju og mjólka, men seta ongar pengar av til at granska, hvussu tað best loysir seg at reka matvøruvinnu í Føroyum í framtíðini?
Hví eru tað einir 5-10 ymsir stovnar, sum skráseta fyri tað almenna? Hví skal P/F Dangan skrásetast einastaðni, skipið hjá felagnum eina aðrastaðni, grundstykkið til skrivstovuna hjá tveimum ymsum stovnum, og hví skal skiparin á tríggjar ymsar stovnar eftir passi, koyrikorti og vinnubrævi?
Serliga kundi eg hugsað mær, at vit líka opið kundu tosað um tey, sum vóru sett av miðfyrisitingarliga landsliðnum sum tey á ítróttarlandsliðum. Umframt at fingið greiðu á, hvussu nógvar hundraðtals milliónir vit taptu uppá ikki at selja almennar fyritøkur, meðan tíð var. Og ikki minst, hví vit ikki kunnu venja bókligan ungdóm eins væl og vit venja tann ítróttarliga.
Inntil føroysku eggjahøvdini finna uppá slíkar sendingar, kundu teir fótbóltskønu kanska tikið almenna bygnaði upp í sínum sendingum.
PRR
Við nýggju stýriskipanarlógini fingu vit eisini umfevnandi bygnaðarbroytingar. Tað góða við nýggja bygnaðinum var, at miðfyrisitingin bleiv til. Megin-parturin av føroysku fyrisitingini var fyrr á ymsum sjálvstøðugum stovnum, sum nú vóru samskipaðir í og undir eina miðfyrisiting, sum at byrja við hevði seks deildir, nevnd aðalstýri.
Í sjálvum hjartanum av hesi skipan sat nýskipanardeildin, beint undir løgmanni. Henda deildin var tann katalysator, sum tann navnframi Norman lat eftir seg. Deildin fekk millum skemti-ligar serfrøðingar navnið Perma-nenta Revolutións Ráðið, ráðið, ið áhaldandi skuldi fremja og endurnýggja bygnarligu kollveltingina.
Ógreitt hví, gjørdi henda deild tó ongantíð tey heilt stóru hol í sjógvin, almennan alkoholpoli-tikk og annan starvsfólkapolitikk við heldur ógreiðum gildi man vera tað kendasta avrikið. Deild-in eitur nú stjórnardeildin og navnið ber boð broyttar ambitiónir. Helst hevur mótstøðan ímóti áhaldandi nýskipan verið ov stór til, at deildin kundi fremja broytingar av Normansk-um dimensiónum. Tí hóast stýriskipanarlógin sigur løgmann vera á odda fyri útinnandi valdinum, so er ongin ivi um, at landsstýrismenn tvíhalda um síni egnu málsøki. Hevur tú fingið vald á einum stovni, letur tú hann frá tær við góðum, sjálvt um kanska lá betur aðrastaðni.
Danmark Føroyar 2-0
F.S. Føroyar krevja endurnýggjan. Tak til dømis útlendingamálið. Støðan er tann, at útlendingar kunnu koma hendavegin at búgva og virka, um vit bert loyva teimum. Summi kunnu koma uttan nakað hóvasták, onnur skulu hava nøkur stempul og loyvi. Málsøkið er danskt, men danir hava so týðiliga sagt, at føroyingar kunnu hava egna venju (praksis), tær einastu avmarkingarnar liggja í, at vit mugu hava skil í, so fólk í somu støðu vera eins viðfarin, og annars at virða fyrisitingarlig rættindi.
Heimildarlógirnar á økinum eru merktar av juridiskum standardum. Ein standardur er ein óneyv áseting, sum krevur, at vit meta um, hvørt málið fellur hendaveg ella handaveg. Vit kunnu sambera hetta við munin ímillum at børn sleppa at vera "seint uppi" heldur enn "uppi til klokkan hálvgum ellivu." Tað fyrra er ein standardur, sum kann vera so ymsar klokkutíðir, eldri børnini vera, seinni kann "seint" vera. Hálvgun ellivu er afturfyri ein greið regla; men sjálvt tá reglan er greið, velst alt um, hvat viðkomandi myndugleiki (foreldur) ger av.
Í útlendingamálinum vóru F.S. Føroyar soleiðis staddar, at sjálvt lógin var ein opin standardur, har stóð okkurt um "væsentlige beskæftigelsesmæssige hensyn", sum kann betýða hvat sum helst. Harafturat var myndugleikin (foreldraríkið) til reiðar at lata okkum tulka næstan so galið, vit vildu. Men gakk, fyrst siga tey klóku í Tinganesi, at vit eru bundin av nøkrum juridiskum hugtøkum, og síðani sigur fyrisitingin hjá løgtinginum, at málsøkið ikki er yvirtikið, og at parlamentariska eftirlitið við Jógvan við Keldu tí má liggja á fólkatingi.
Sjálvt um málið hjá mótstøðuliðnum var púra opið, og mál-maðurin farin av vøllinum, vunnu danir dystin við sjálvmáli, sum føroyingar skutu. Kári ?Post? Højgaard, sum vil ganga stig fyri stig á sjálvstýrisleið, skrivaði sum formaður í lands-stýrismálanevndini undir sjálv-málið og eitt óneyðugt føroyskt afturstig.
Men, mangt bendur á, at tingfólk eru óskyldug í hesum. Tá Jákup Mikkelsen í Jógvan S.-málinum tyktist hava somu andmæli móti at ógilda loyvið, sum Føroya Rættur seinni vísti á, slapp hann sambært egnum út-talilsum ikki at hava eina meining uttan so, at hann kundi fáa onkran juridiskan shaman at siga gott fyri tí.
Sum teir fótbóltskønu plaga siga: har krevst onkur útskifting í verjuni!
Sama er at siga um málið um Norðurlandaráðið. Í tí málinum er spurningurin bara, hvat Før-oyar vilja, hvat Danmark vil, og hvat Norðurlandaráðið vil. Vilja allir tríggir myndugleikar, at Føroyar skulu gerast fullgildugur limur, so verða Føroyar tað. Punktum.
Men føroyingar hava góðtikið, at danir - heldur enn at siga at teir ikki vilja - vísa til donsku ríkisgrundlógina. Fyri tað fyrsta sigur hon onki um slíkan limaskap. Hon sigur heldur onki um samveldi Danmarkar við Føroyar. Hon er í siðvenju ikki bara bend, men beinleiðis brotin. T.d. stendur, at kongur kann ditt og datt. Í roynd og veru hava bæði fólkatingið, danska stjórnin, forsætisráðharrin, Føroyar, Grønland, ES og aðrir stovnar við býtt heimildir kongs ímillum sín - uttan at hægstirættur hevur ógildað hetta, og uttan at himmalin er dottin omanyvir okkum.
Tí er ongin skuggi av iva um, at grundlógin, eisini sjálvt um hon ella viðmerkingar hennara vóru ímóti tí, ikki er nøkur forðing fyri fullgildugum føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum, um bert teir tríggir viðkomandi stovnarnir vilja tað.
Men aftur gjørdi F.S. Føroyar sjálvmál. Samanlagt Danmark 2, Føroyar 0. Her krevst nýggj uppstilling.