Lotið trilkar kølnar
Heystdagur komin í garð
Blóman á bøi urtagarði følna er
Foldin fagra klæðist annan búna
Jarðarurtin í heystar- vetrarsvøvnin fer.
Mannalívið somu lagnu eigur
Frá mansins sáði í kvinnukviðið grør
Sprettur úr móðurlívi kæra barn
Blómar millum móðir faðir vana tú
gævið tær untist fagra fríða lív.
Tó tann dagur altíð koma má
Lívssól tín í vestri standa vil
Tá skal dagur tín væni langi
Í sólarseting mildu lýsa sterkur
Sov so væl til uppreisnardagin ljósa










