landbúnaðinum ella í urtagarði, og soleiðis ger næmingurin sítt til, at skúlin hevur mat. Næmingar, ið velja at verða gangandi í skúla í býnum, eru vanliga til arbeiðis í landbúnaðinum í 42 dagar um árið. [...] ið í Havanna og alla aðra staðni í landinum. Vanligt er at síggja heili trý fólk á einari súkklu. Í Havanna ber til at ganga óttaleysur úti um náttina. Harðskapur, ið eyðkennir so mangar stórbýir í heiminum [...] Longu í 2000 verður mett, at ein millión ferðafólk koma til Kuba, og talið veksur alsamt. Soleiðis er í teimum stóru býunum og úti á bygd í tí vakra, eksotiska, forvitnisliga, tropiska landinum í Karibiahavinum
Vit lósu hetta í bløðunum. Vit hoyrdu hetta í útvarpinum. Vit sóu hetta í sjónvarpinum. Nú valið er av, er næstan tøgn um fólkapensiónsmálið. Undir seinna heimsbardaga vóru fleiri pengar millum fólk. Skip [...] og fólkaatkvøða um loysing var sum kunnugt í 1946. Ofta havi eg hugsað um, hvussu vorðið hevði verið her á landi, um loysing frá Danmark varð sett í verk í 1946. Tí longu 4-5 ár seinni komu nøkur sera [...] fram í tíðina. Óvissan er alt ov stór, og inntøkugrundarlagið ógvuliga viðbrekið. Samanumtikið kann sigast, at fólkið í landi okkara er sera ótrygt við hesa samtykt, sum landsstýrið ætlar at seta í verk
til at samanbera? Í oddagrein í blaðnum í gjár verður spurningurin reistur, um vit kunnu samanbera viðurskiftini í Grønlandi og Føroyum, tá ið tað ræður um ferðavinnu. Londini eru í nógvum viðurskiftum [...] brúkar ikki í nær námind so nógvar pengar sum Grønlendska Ferðaráðið vil vera við. Tað sum ger støðuna ikki minni eldfima er, at Peter Grønvold Samuelsen, ið er landsstýrismaður í ferðavinnumálum, í frágreiðing [...] játta pengar til stovnin. Grønlendska Ferðaráðið hevur eftir øllum at døma í ovfarakæti mett, at 61.000 ferðafólk fara at vitja í Grønlandi ár 2005 og at 2000 ársverk umframt 1500 onnur størv vera í ferðavinnuni
árini hevur Nærvarp Okkara í Keypmannahavn arbeitt fram ímóti at gera upptøkuhølini í Føroyahúsinum egnaði til at senda úr, nú tykist málið í eygsjón. Sum nú er verða innsløg gjørd í Føroyahúsinum meðal sjálvar [...] Føroya Shell, Sparikassanum og Norðoya Sparikassa, og eru hesir pengar brúktir til tekniska útgerð og umvæling av hølunum, nú manglar heilt lítið í, áðrenn sendast kann úr egnum hølum. Onkur smávegis teknisk [...] teknisk útgerð og ein sendikaðal. Leygarkvøldið 17. okt. skipaði Nærvarpi fyri dansi í Medborgerhuset Gimle, har føroyski bólkurin Taxi spældi fyri fullum hølum, yvirskotið av hesum tiltaki fer lutvíst til raksturin
Føroyskir útróðrarbátar eru høgt í metum í Grønlandi. Í hvussu so er bátarnir frá AWI Boats í Runavík Tað er ikki langt síðani, at bátavirkið í Runavík leveraði fleiri útróðrarbátar til Grønlands, og nú [...] fíggjar byggingina sum eitt slag av økismenning í Grønlandi. 15 bátar higartil Bátarnir hjá Awi- Boats eru væl dámdir í Grønlandi og higartil hevur bátavirkið í Runavík leverað 15 útróðrarbátar vestur um hav- [...] útróður í Grønlandi- og tað hava teir eisini víst seg at gera, sigur bátasmiðjurin í Runavík. Aðalstein Anthoniussen sigur, at ordrarnir til Grønlands hava tryggjað teimum arbeiðið á bátavirkinum í næstan
eigur og skal vera í lagi, og so leingi vit ikki hava hesi hagtølini kunnu vit siga, at vit arbeiða í blindum, sigur Annika Wardum Joensen. Stórur vøkstur Hóast eingi hagtøl er stjórin í Ferðaráð Føroya sannførd [...] sambært stjóranum í Ferðaráð Føroya er eitt ferðafólk eitt fólk, sum kemur til Føroya og gistir í meiri enn eitt døgn. Við øðrum orðum eru tey, ið bert steðga nakrar tímar, t.d. tey 7000, ið í summar eru komin [...] kemur sanniliga vinnuni til góðar. Richard Apostle, professari í samfelags- og mannfrøði, segði í einum fyrilestri fyri tveimum vikum síðani í Porkeri, at tað er skeivt at halda, at ferðavinnan kann gerast
neyðugt at brúka píkar. Men vit kunnu minna fólk á, at tey ikki mugu leggja trygdina í vetrarkoyringini í píkar ella í lamelldekk. Tað er altíð førarin sjálvur, ið ger av, hvussu trygdin er við koyringini [...] bilføraranum. Í nógv ár hevur verið tosað um at gera eina hálkubreyt, har allir bilførarar undir tryggum umstøðum kunnu fáa royndir og vegleiðing í hálkukoyring. Løgtingið hevur eisini sett pengar av til endamálið [...] roynt okkum í kavakoyring Nú landsstýrismaðurin í samferðslumálum er ein av størstu bilainnflytarum landsins, er nærliggjandi at hugsa sær, at hann hevur serligt innlit ella serligan áhuga í ferðslu og
fyri tingið í ár. Uppskotið bleiv samtykt og peningur settur av til tað. Sostatt skal eingineykajáttan til. Tað er bara ein tekniskur spurningur um at flyta óbrúktar pengar av einum stað í eitt annað stað [...] sum vinnulívið í útoyggj ikki verður verður kappingarført við vinnulívið á meginøkinum. -Tí skutu vit upp í vár, at tingið setti eina millión av til ymsan stuðul til tey, sum búgva í útoyggj, sigur Hendrik [...] stað. Samtyktin í tinginum, sum Hendrik Old sipar til, er samtyktin um at seta eina millión av til stuðul til útjaðaraplássini,so at livikorini har blivu meiri javntstillað við livikorini í meginøkinum. M
uppruna og hevur búð her í eini 10.000 ár ella meira. Fornfrøðiligir fundir vísa á búseting í Barrow í eini 3000 ár. 7025 fólk búgva í North Slope økinum, og gott 4000 av teimum í Barrow. Lívsgrundarlagið [...] tíðina verið stórur hjá inupiat-fólkinum í hesi tíð. Eitt felags eyðkenni fyri hesa skipan, ið eisini er sett í verk í hinum økjunum í Alaska við upprunafólki, er at í leiðsluni sita fólk, ið nokk eru av teirra [...] rættindum, heimafólkið hevur fingið. Bæði í sambandi við oljuvinnuna og yvirhøvur í ríkinum. Ikki minst í samband við at Alaska varð innlimað sum egin statur í USA í 1959. Og risainntøkurnar frá oljuni hava
mismunir ikki bara vórðu gjørdir í gerandisdegnum, í uppalingini av gentu og dreingi, men eisini í málinum, gjørdist Kirstini greitt serliga í realskúlanum, tá ið hon varð rættað í sínum stílum við at umrøða [...] burturi í dag. Tað er ikki løgið, at kvinnugranskarar í dag ofta taka til, at vit liva í ein kvinnufíggindaligari tíð sum ongantíð fyrr. Tað er ikki rúm fyri tí kvinnuliga. Føroyska kvinnan fyrr í øldini [...] øldini var nógv tryggari í tí kvinnuliga enn kvinnan í dag. Hon var stolt av teim virðum, hon hevði, sigur Kirstin Didriksen. Málið stendur ikki í stað Í kjalarvørrinum á kvinnurørsluni byrjaði arbeiðið at