Kuba Oyggjaland í sól

? Ei dáni í, at einum leingist at hoyra tær tiltiknu salsa- og rumbarútmurnar aftur. Ikki er líkt til, at kubanarin gongur við gron, til tess er lyndið ov lætt. Lyndið spríkir og glintar, tá ið karneval er í Havanna í fleiri dagar í juli, skrivar Sonne Smith í ferðafrásøgn av Kuba

Tekstur: Sonne Smith

Myndir: Hans Kári Vang, Sørvági


Víst skínur sólin í Kuba. Hetta summarið skein hon ov nógv.Veðurfyribrigdið El Nino var meinskt, elvdi til turk, og grøðin hilnaðist illa. Tað regnaði viðhvørt, tá ið tað ikki skuldi regna, og sólin bakaði, tá ið hon ikki skuldi baka. Í Kuba var hitabylgja í summar.Hitin lá stundum um 45 stig. Tað var alt ov heitt hjá vitjandi føroyingum, ið løgdu til merkis, at eisisini skjúrtan hjá tí vanliga kubanaranum var kavvát av sveitta.

Toran gongur. Snarljósini bleikra sum norðlýsið um alt himmalhválvið. Kvøldið er stundum alljóst millum torubrestirnar, ið tætt við ljóða sum kanónskot, og tú støkkur næstan leysur upp.

Tað stóra DC10-flogfarið hjá Cubana Air hevur sett seg í Havanna. Vit koma ígjøgnum tað vanliga eftirlitið í floghavnini. Tað er óskiljandi drúgt og keðiligt. Mangur man hugsa fyri sær: ?Hvat ólukkan skal alt hetta roksið til?? Men, roksið er skjótt gloymt, tá ið tú ert sloppin út um allar hesar ópersónligu og leiðiligu avgreiðslurnar í hesi floghavnini, ið er sum flestar altjóða floghavnir, tí nú hittir tú tann veruliga kubanaran, soleiðis sum hann er. Fyrikomandi, fryntligur, forvitin.


Siudad La Habana

Havanna býur er enn ein av heimsins vakrastu býum, men slitin og troyttur av armóð. Í gamla Havanna verða húsini umvæld. Higar eru komnir sjálvbodnir arkitektar úr útlondum at hjálpa til, og býurin er komin á eina ætlan hjá ST um at varðveita hann.

Hevði ferðslan verið so tøtt sum í øðrum býum av somu stødd, hevði verið torført at drigið andan fyri bilroyki. Men armóðin í Kuba sæst alt fyri eitt í høvuðsstaðnum. Her hosta og goysa ellisakfør, ið tíðum eru farin um tey fimmti. Hvussu ber tað til, at hesir avoldaðu amerikanarabilarnir yvirhøvur koyra enn? Jú, kubanarin er vorðin ein sera snildur mekanikari. Við hvørt hevur hann sett ein russiskan motor í ein amerikanskan ?flótara? frá fimtiárunum. Roykurin tyrlast blágráur úr útstoytinum, og brádliga kann bilurin steðga upp, mitt á vegnum, eisini mitt á motorvegnum. Tú ivast í, um ferðslutrygd yvirhøvur er loyvd í Kuba. Tó kanst tú leiga tær ein bil, og teir eru nýggir, japanskir bilar, gjørdir lidnir á verksmiðjum í Meksiko. Froysandi russiskir Ladabilar mynda eisini gøturnar í Havanna, ið annars eru skipaðar sum gøturnar á Manhattan í New York. Tí er lætt at finna í Havanna.

Býarbussarnir eru løgnir á at líta. Ein forvognur av einum gomlum lastbili, og sjálvur bussvognurin er smíðaður burtur úr gomlum.

Súkklan er vanligasta flutningstólið í Havanna og alla aðra staðni í landinum. Vanligt er at síggja heili trý fólk á einari súkklu.

Í Havanna ber til at ganga óttaleysur úti um náttina. Harðskapur, ið eyðkennir so mangar stórbýir í heiminum, er at kalla ikki til í kubanska høvuðsstaðnum. Nú man onkur siga: ?Gamaní, alt verður jú kúgað í einum kommunistiskum helviti, so tey tora ikki.? Soleiðis er er kortini ikki. Tað skal nógv til, áðrenn politiið ger nakað. Tú skalt vera ógvuliga ófantaligur.


Tann dragandi havannasigarin

Við tey støðini, har tann útlendska ferðamannavitjanin er stór, sært tú børn, ung og vaksin, ið royna at lokka pengar, tyggigummi, kúlupennar, skógvar og tílíkt frá tær. Sjálvandi kanst tú avgera, um tú vilt lata teg lokka, men gott er at minnast til, at eingin í Kuba biddar av svárari neyð, tó at nøkur í røttum Charles Dickens-stíli lata seg í sum kloddafyl.

Tú hittir eisini fólk, ið vilja selja sigarir og annað gott. Siga tey, at hetta eru fínastu sigarir, er eingin ivi um, at tær eru stolnar, og tú eigur at siga nei. Sigarstuldurin er so mikið víðfevndur, at í floghavnunum verða tiknar stakroyndir. Hevur tú onga kvittan fyri tær sigarir, tú tekur við tær úr landinum, kunnu trupulleikar standast.

Skøkjur kunnu saktans toga í ermuna hjá tær. Skøkjulevnaðurin, sum Kuba av røttum breggjaði sær av at hava fingið avtiknan, hevur vundið nakað upp á seg við tí vaksandi ferðamannavitjanini og tí ringu búskaparligu støðuni.

Hetta er eisini Havanna, sum, tá ið tú koyrir til býin sært á skeltunum, eitur Siudad La Habana - Havanna býur - í landspartinum Havanna. Flestir kubanarar royna at útvega sær dollarar, teir grønu amerikansku seðlarnar, ið eisini verða kallaðir salatbløð. Ferðavinnan kastar nógvar dollarar av sær, so nógvar, at hon er farin fram um eitt nú tubbaksídnaðin. Longu í 2000 verður mett, at ein millión ferðafólk koma til Kuba, og talið veksur alsamt.

Soleiðis er í teimum stóru býunum og úti á bygd í tí vakra, eksotiska, forvitnisliga, tropiska landinum í Karibiahavinum við Floridastrætinum ímillum seg og tann velduga grannan fyri norðan, USA.


Stongsilin

Kuba er eitt avbyrgt land. Líka síðan 1961 hevur USA byrgt fyri mestsum allari handilsligari og búskaparligari samvinnu við landið. Blokadan stendur við tann dag í dag, og støðan versnaði upp aftur meir av tí sonevndu Helms-Burton lógoni. Henda nýggja blokadulógin hevur elvt til øsing nógva staðni í heiminum, ikki minst í USA, tí lógin revsar amerikanskar fyritøkur, ið vága sær at gera íløgur í Kuba, íløgur í vinnu, sum USA sigur er stolin amerikansk ogn. Ætlanin við lógini hevur eisini verið at revsa fyritøkur í øðrum londum, men tað hava fleiri lond als ikki viljað latið um seg ganga, serliga Kanada, Meksiko og Spania. Europasamveldið hevur eisini mótmælt, at amerikanarar einvíst hava smíðað eina lóg, ið revsar europeiskar fyritøkur fyri samvinnu við Kuba.

Ein avleiðing av stongslinum í 1961 var, at Kuba víðkaði samhandilin og samstarvið við Sovjettsamveldið. Sovjett keypti millum annað sukrið, sum Kuba ikki longur slapp at selja í USA. Eisini hernaðarliga mentist eitt samstarv. Tað íbirti ?Kuba-Kreppuna? í oktober 1962, tá ið Sovjettsamveldið setti atomløddar rakettir upp í Kuba. USA mótmælti sjálvandi og reikaði fyri einari herflotablokadu ímóti oynni. Eftir samráðingar millum USA og Sovjett vórðu rakettirnar tiknar niður aftur. Tá bivaði allur heimurin í ræðslu. Hóttanin um tað altoyðandi atomkríggið hevði ongantíð verið so nær.

Støðan, ið tók seg upp eftir at tað leyp í Eystureuropa og Sovjettsamveldinum, hevur havt ógvisligar fylgjur fyri lívskorini í Kuba, sum aftur noyddist at síggja 80 procent av uttanríkishandli sínum løgd í oyði.


Víðagitið heilsuverk

Hóast nærum fullgjørdan stongsil hórar Kuba undan. Eingin doyr í hungri. Øll fáa nóg mikið at eta og klæðir upp á kroppin, men alt er skamtað. Kubanarin hevur skamtanarkort eins og føroyingurin undir og stutt eftir seinna heimsbardaga.

Kortini er kubanarin errin av tveimum alneyðugum verkum: heilsuverkinum og skúlaverkinum. Hesar báðar skipaninar hava vunnið frama enntá millum teirra, ið ikki kunnu torga ta politisku skipanina í Kuba.

Tað sigst her hjá okkum, at kubanarar eru millum heimsins fremstu í læknavísindaligari gransking og menning. Kanska er tað rætt, men ið hvussu er hava kubanarar ein lækna fyri hvørji 170 fólk. Teir raðfesta heilsuverkið og skúlaverkið ovast, hóast stórur tørvur er á heilivági, útgerð og amboðum til sjúkrahús og skúlar. Heilsuverkið virkar hjá teimum. Tað virkar best í øllum Triðja Heiminum, og skulu vit nevna prioritering, so virkar tað nógv betur enn tað føroyska heilsuverkið. Teir hava størsta ortopetiska sjúkrahúsið í øllum Látínamerika við 22 skurðstovum.

Kubanska heilsuskipanin er í fýra stigum.

Familjulæknin, sum nú fevnir um næstan alt landið. Ein lækni og ein sjúkrasystir búgva í einum lokalumráði í býi ella bygd og hava ábyrgdina av tí týdningarmesta heilsuliga og medisinska arbeiðinum og tí fyribyrgjandi arbeiðinum.

Polyklinikkin er eitt lítið sjúkrahús í einari bygd ella einum býarparti. Her er mest ambulant viðgerð, men tað ber til at verða innlagdur eitt stutt skifti. Her er eisini ein deild fyri tannviðgerð. Polyklinikkin hevur eftirlit við børnum í barnagørðum, skúlum og arbeiðarum á smáum virkjum, og hon hevur samstarv við tey stóru virkini.

Landspartasjúkrahúsini eru mest serkøn á einum barnasjúkrahúsi, einum vanligum somatiskum sjúkrahúsi og einum psykiatriskum sjúkrahúsi. Hesi sjúkrahúsini kunnu metast saman við okkara. Viðgerðin er í minsta lagi líka so kvalifiserað, men tann fysiski karmurin ber vitni um, at Kuba er eitt fátækt land.

Tó eru mong landssjúkrahús og sersjúkrahús. Serliga er vert at nevna sjúkrahúsini Hermanos Ameijeiras og Frank Pais. Tey eru bæði í Havanna. Frank Pais sjúkrahúsið er serkønt í knotuskurði, -transplantasjónum, protesum og tílíkum. Hermanos Ameijeiras er høvuðsstøðin hjá mongum veitingum sum til dømis hjarta- lungna, livur- og nýratransplantasjónum og krabbameinsviðgerð.

Bæði sjúkrahúsini bjóða útlendingum sínar veitingar undir ætlanini heilsuturisma.


Útbúgving

Í Kuba er níggju ára skúlaskylda. Undirskúlin, escuela primaria er frá 1. til 6. flokk, og yvirbygningurin, tey kalla, escuela secundaria fevnir um 7. til 9. flokk.

Fyri skúlaaldur eru tilboð um barnagarð og barnagarðsflokk. Her hava einsamallar mammur, ið arbeiða úti, fyrsta rætt, tí enn er bara pláss fyri umleið einum triðingi av øllum børnum.

Undirskúlin er alla staðni, har fólk býr - eisini í fjarskotnum fjallalendi. Har eru skúlar sum í Føroyum við einari stovu, einum lærara og til dømis seks næmingum í einum bólki frá 1. til 6. flokk.

Tá ið næmingurin skal í 7. flokk eru ymiskir møguleikar. Býr næmingurin í einum býi, kann hann halda fram í sama skúla, ella hann kann fara í kostskúla úti á bygd. Her hevur hann nakað av verkligum arbeiði umframt bókliga undirvísing. Oftast arbeiðir næmingurin í landbúnaðinum ella í urtagarði, og soleiðis ger næmingurin sítt til, at skúlin hevur mat. Næmingar, ið velja at verða gangandi í skúla í býnum, eru vanliga til arbeiðis í landbúnaðinum í 42 dagar um árið. Tað verkliga arbeiðið sum partur av undirvísingini er júst eitt pedagogiskt prinsipp í Kuba.

Á studentaskúlastigi, preuniversitario ber til at velja ímillum ein studentaskúla í býnum ella á bygd.

Í øllum landspørtum eru skúlar, sum umframt vanliga undirvísing leggja serstakan dent á listarliga útbúgving og somuleiðis skúlar, har ítróttur er ovarliga á skránni.

Kuba hevur 43 hægri lærustovnar innan allar greinir og haraftrat fýra universitet í Havanna, Santa Clara, Camaguey og Santiago de Cuba. Hesi universitet hava undirdeildir í øllum landspartahøvuðsstøðum.

Ein skúli í Havanna eitur Escuela de 2. Deciembre -2. Desember skúlin. Hesum skúla stuðla føroyingar í felagnum Føroyar-Kuba. Á hvørjum ári sendir felagið skúlanum ymist tilfar til skúlabrúks, frá pappíri og blýantum til skrivimaskinur og teldur. Tey fyrstu árini mátti einki vera elektriskt. Hetta er eingin trupulleiki longur. Tilfarið til skúlan verður savnað inn frá stovnum og einstaklingum her í Føroyum og síðani sent til Kuba við vaðvild frá eitt nú Skipafelagnum Føroyum og øðrum flutningsfeløgum úti í heimi.


Íbúðin er ov lítil

Eingin er heimleysur í Kuba. 37 tey seinastu árini eru gjørdar fleiri hundraðtúsund íbúðir í øllum landinum, og íbúðarviðurskiftini eru munandi bøtt. Vatn og el og skipaði kloakkviðurskifti eru í yvir 90 procentum av teimum kubansku heimunum.

Men yvirhøvur er alt ov trongt hjá teimum kubansku húskjunum. Tað er heilt vanligt, at eitt húski við trimum ættarliðum býr í einari íbúð ella einum smáum húsum. Tí er sera umráðandi at byggja fleiri íbúðir og nú eisini at væla um tær gomlu íbúðirnar, ið eru rættiliga illa farnar tey seinastu mongu árini.

Tað kostar lítið at hava føtur undir egið borð, 10-15 procent av lønini, og tá ið ein íbúð er goldin, eigur húskið hana. Hon kann síðani verða umbýtt ella seld.


Pensión og lønarviðurskifti

Er maður fylttir 60 og kona 56 hava tey rætt til pensión. Pensiónin er í minsta lagi 80 pesos um mánaðin. Tað skal samanberast við, at minstalønin er 130 pesos um mánaðin, og at ein vanlig inntøka er 250 pesos.

Fyri 250 pesos fært tú goldið húsaleigu, el, klæðir og tann matin, ið fæst við skamtanarbókini. Maturin skuldi helst tryggjað húskinum ta neyðugu kaloriu- og proteinnøgdina, men í nítiárunum hevur verið alt ov lítið til av kjøti, smøri ella osti. Til tess at útvega sær kjøt, smør, ost og annan neyðturviligan mat, noyðist kubanarin nú at fara út á tann fría matvørumarknaðin og gjalda nógv.

Tey, ið hava skyldfólk uttanlands, arbeiða í ferðavinnuni ella av øðrum grundum fáa hendur á dollarum, hava tann greiða fyrimun, at tey fáa keypt í teimum dollarahandlum, sum alla tíðina hava verið tøkir hjá turistum. Dollarahandlar verða nú eisini latnir upp um alt landið at selja teimum støðugt fleiri kubanarunum, ið útvega sær dollarar, bæði líkt og ólíkt. Teir fáa nú keypt okkurt av tí, sum annars er gerandiskostur hjá okkum. Loyvt varð at ogna sær dollarar í 1994 sum partur av eini stórari búskaparligari nýskipan.

Kubanarar kunnu nú eisini veksla sínar kubansku pesos fyri dollarar, ella sagt við øðrum orðum, seks upp í 12 dollarar fyri eina vanliga mánaðarløn. Fara vit til Kuba, hava vit einar 1000 dollarar við okkum. Helst ikki minni, og í kubanskum hugameini eru vit reinir millionerar.


Í Kuba er deiligt

Tað fáa vit at sanna, sum hava verið har. Einki hittir tú Fidel Castro, men við hvørt sært tú hann í sjónvarpinum, ikki minst tjóðardagin, tann 26. juli. Í ár helt hann sína røðu í Santiago de Cuba, næststørsta býnum í landinum. Røðan vardi í ?bara? fimm tímar. Um tú vilt ella ei, so er maðurin rættiligur entertainari. Ilt er at siga, hvussu tað kann bera til, at hann fær hildið so drúgvar røður, og hann drekkur ikki so mikið sum ein vatnsopa allar tímarnar, meðan hann talar.

Tú hugsar, hvør man fara at taka við eftir Fidel Castro. Hvør man krúnprinsurin vera. Maðurin er 72 ára gamal. Gitt verður aftur og fram, og mong eru tey, ið gita, men eingin veit, ið hvussu er ikki vit vanligu. Gitt verður um Kuba fer aftur til kapitalismuna, nú teir hava fingið tað, teir kalla Zona Franca mitt í Havanna. Hetta eru fræls umráði hjá útlendingum at gera íløgur í. Teir eru nógvir í tali. Kuba er fruktagott í mangar mátar. Tann kubanarin, ið sigst at hava innlit, sigur, at tey frælsu vinnuligu umráðini í Havanna eru ikki gáttin til kapitalismuna. Kalla tað hvat tú vilt, men Kuba tørvar so at siga alt. Býirnir ganga á høkjum, maskinurnar skrambla og rusta. Fólkinum leingist eftir tí vælferð, sum rýkur av okkum. Tó ivast kubanarin ikki. Hann er yvirhøvur errin av at vera kubanari, hann er blíður og tíður, og land hansara er vakurt.

Ei dáni í, at einum leingist at hoyra tær tiltiknu salsa- og rumbarútmurnar aftur. Ikki er líkt til at kubanarin gongur við gron, til tess er lyndið ov lætt. Lyndið spríkir og glintar, tá ið karneval er í Havanna í fleiri dagar í juli.