Vit skulu ikki á hesum stað taka støðu fyri ella ímóti píkum, tí tað kunnu vera lokal viðurskifti sum gera, at tað hjá onkrum er neyðugt at brúka píkar.
Men vit kunnu minna fólk á, at tey ikki mugu leggja trygdina í vetrarkoyringini í píkar ella í lamelldekk. Tað er altíð førarin sjálvur, ið ger av, hvussu trygdin er við koyringini.
Verður koyrt eftir umstøðunum, so er vandi ikki á ferð.
Eyðsæð er, at píkar slíta vegin og skaða náttúruna annars. Og tá tøknifrøðin nú hevur funnið upp á eitt betur alternativ - lamellkavadekkið, ið fleiri dekkverksmiðjur framleiða, so áttu vit í størri mun at gjørt okkum dælt av hesum.
At dekkini undir bilinum hava týdning, er sjálvsagt. Men tað hevur enn størri týdning, at bilførarin hevur neyðuga førleikan at føra bilin í hálku. Hetta er ikki gamansleikur - men krevur nógv av bilføraranum.
Í nógv ár hevur verið tosað um at gera eina hálkubreyt, har allir bilførarar undir tryggum umstøðum kunnu fáa royndir og vegleiðing í hálkukoyring. Løgtingið hevur eisini sett pengar av til endamálið, men enn er einki hent.
Hóast føroyingar væl kenna kava, so er kavin kortini so óstøðugur her, at vit ikki rættuliga fáa roynt okkum í kavakoyring
Nú landsstýrismaðurin í samferðslumálum er ein av størstu bilainnflytarum landsins, er nærliggjandi at hugsa sær, at hann hevur serligt innlit ella serligan áhuga í ferðslu og ferðslutrygd.
Okkara áheitan á landsstýrismann skal vera púra greið: Skapa møguleikar fyri frægari ferðslufrálæru, bæði so og so - og syrg fyri at ein hálkubreyt verður gjørd, so bæði ung sum eldri kunnu læra at handafara bilin í hálku